Vit eru í dag vitni til eina sera álvarsama humanitera kreppu í Ukraina og tørvurin á hjálp er stórur. Alsamt fleiri fólk flýggja undan ógvusligu samambrestunum í Ukraina. Meir enn 2 mió. borgarar eru rýmdir úr landinum, og ST væntar, at talið fer einans at økjast.Tað eru serliga kvinnur og børn, ið flýggja, og tey hava átrokandi tørv á vernd, mati og drekka, einum staði at sova og kropsligum og sálarligum stuðli.

Altjóða Reyði Krossur hevur í mong ár verið til staðar í Ukraina, har tey áhaldandi arbeiða fyri at hjálpa, har neyðin er størst, saman við sjálvbodnum úr Reyða Krossi. Í løtuni er tann mest átrokandi uppgávan at veita mat og reint drekkivatn, heilsutænastur og fyrstuhjálp, bæði í Ukraina og í grannalondunum, sum ery ávirkað av kreppuni.

Hvussu kanst tú hjálpa?

Ynskir tú at stuðla hjálparátøkum hjá Reyða Krossi í sambandi við Ukrainakreppuna ert tú vælkomin at flyta eina upphædd eftir ynski á konto hjá Reyða Krossi og viðmerkja “Ukraina”. Peningurin verður nýttur bæði í Ukraina, ávirkaðu grannalondunum, og í arbeiðinum við ukrainskum flóttafólkum í Føroyum.

Bank Nordik: 6460 4946954
Betri: 9181 4950013
Norðoyar Sparikassi: 9865 1003776
Suðuroyar Sparikassi: 9870 4051387

Hvør upphædd ger mun. Takk fyri stuðulin.