Gjaldstreytir hjá Reyða Krossi Føroya
Reyði Krossur Føroya
Stiðjagøta 6
FO-100 Tórshavn
Føroyar
V-Tal: 423254
Skrásetingarnummar: 6460
Kontunummar: 0004946954
IBAN: FO5964600004946954
BIC: FIFBFOTX
Bank: Føroya Banki P/F
Gjalding
Til ber at gjalda við Visa og Mastercard.
Peningurin verður drigin av tygara konto, tá vøran verður send frá ella heintað á Reyða Krossi Føroya.
Nýtur tú Visa Electron ella Mastercard Debit, verður peningurin afturhildin á tínari konto, samsvarandi við treytirnar fyri kortinum, til vit trekkja peningin ella avvísa gjaldingina.
Á heimasíðuni verða hesi gjaldoyru nýtt til prísáseting: Denmark – Kroner (DKK).
Reyða Krossi Føroya nýtir ein tryggan gjaldsservara, ið bronglar allar upplýsingar við SSL protokoll. Hetta merkir at tínar dátur eru tryggar, og ikki kunnu lesast av øðrum.
Heimasíðan hjá Reyða Krossi Føroya verður somuleiðis bronglað við SSL protokol.
Skeiðsbílegging
Gjalding
Til ber at gjalda við Visa og Mastercard.
Peningurin verður drigin av tygara konto, tá keypið er framt.
Kvittan
Í sambandi við bílegging av skeiði fær kundin kvittan við telduposti.
Tilmelding og avlýsing
Tekningin er bindandi og verður goldin beinanvegin.
Kundin hevur eisini rætt at iðra keypi upp til at skeiði verður hildið. Tá er galdandi:
- Avlýsir kundin tá styttri enn 1 vika er til skeiðsdato, verður 0% av kostnaði afturgoldið
- Avlýsir kundin tá millum 1 og 2 vikur eru til skeiðsdato, verður 50% av kostnaði afturgoldið.
- Avlýsir kundin tá 2 vikur ella meir eru til skeiðsdato, verður 100% av kostnaði afturgoldið.
Stuðul
Avtala um at stuðla umvegis Quickpay
Tá ið ein stuðul stuðlar Reyða Krossi Føroya við føstum stuðulsgjaldi, loyvir hann Reyði Krossur Føroya at taka ta valdu upphæddina av kontuni hjá sær við avtalaðum gjaldmillumbili, frá degnum tá ið avtalan er gjørd.
Kvittan
Í sambandi við stuðulsgjald fær stuðulin kvittan við telduposti.
Skrásettar upplýsingar
Reyði Krossur Føroya skrásetur upplýsingar, sum verða tøppaðar inn í sambandi við stuðulsgjøld. Upplýsingarnar verða ikki latnar øðrum, men Reyði Krossur Føroya goymir tær í fimm ár í sambandi við roknskapin.
Endurnýggjan
Tá ið stuðulsgjald verður latið, fær Reyði Krossur Føroya loyvi at seta seg í samband við stuðulin við telduposti ella telefon við tí í hyggju at endurnýggja avtaluna, tá ið konta er sett úr gildi, verður stongd ella annað. Sama geldur, tá ið skift verður til annan peningastovn.
Uppsøgn
Ein stuðul kann siga sína føstu avtalu upp við at seta seg í samband við Reyði Krossur Føroya við telduposti ella telefon.
Iðranarrættur
Um ikki annað er avtalað, ella verður upplýst við keyp, hevur tú 14-daga iðranarrætt at rokna frá tí degi vøran er leverað.
Keypari rindar sjálvur fyri møguligan afturberingarkostna.
Um tú iðrar keypið, skal hetta boðast okkum frá í seinasta lagi 14 dagar eftir levering, og vøran skal vera okkum í hendi, seinast 14 dagar eftir at tú hevur boða okkum frá.
Iðrar tú keypið, skal hetta boðast frá á telduposti redcross@redcross.fo. Standardfrymilin skal útfyllast og viðfestast í teldupostinum (standardfrymilin finna tygum niðast á síðuni ”Handilstreytir”)
Standur á vøruni við afturbering
Keypari heftir sjálvur fyri virðisminking av vøruni, ið stendist av aðrari handfaring enn henni, ið er neyðug fyri at staðfesta um vøran er røtt. Hetta merkir at tú kanst royna vøruna, á sama hátt ið tú kanst gera í einum fysiskum handli.
Er vøran nýtt á annan hátt enn lýst omanfyri, verður hon mett sum brúkt, og hevur harvið mist virðið. Hetta merkir, at um tú iðrar títt keyp, metir Reyði Krossur Føroya um virðið, og endurrindar sambært hesi prísmeting.
Iðranarrættur – Stuðulsgjøld
Stuðulsgjøld eru ikki fevnd av iðranarrætti.
Er talan um mánaðarlig stuðulsgjøld, sum tú vilt steðga, set teg so í samband við redcross@redcross.fo. Til ber eisini hjá tær at innrita á tín brúkara á redcross.fo og steðga stuðulsgjaldinum umvegis tín brúkara.
Klaguviðgerð
Klagur um mistøk ella trupulleikar í sambandi við stuðul kunnu sendast Reyði Krossur Føroya:
Reyði Krossur Føroya
Stiðjagøta 6
100 Tórshavn
Telefon: +298 283630
redcross@redcross.fo
Viðskifta- og privatlívspolitikkur
Persónsupplýsingar verða latnir hesum pørtum.
Starvsfólkum og leiðslu hjá Reyði Krossur Føroya
Útvaldir og álítandi triðjapørtum, ið nýta tínar persónsupplýsingar í sambandi við levering av vørum ella tænastuveitingum, ið tú hevur bílagt.
Handilssamstarvsfelagar, ið skráseta og viðlíkahalda tína brúkarakontu
Tú kanst til eina og hvørja tíð strika tínar upplýsingar.
Fyri at strika tínar upplýsingar, skal Reyði Krossur Føroya hava fylgjandi:
- Navn
- Bústað
- Telefonnummar
- Teldupost
Vit skráseta bert tínar persónsupplýsingar við tí endamálið at kunna veita tær tænasturnar, sum eru umbidnar.
Persónsupplýsingar sum eru skrásettar hjá Reyði Krossur Føroya, verða goymdar í upp til fimm ár, og verða síðani strikaðar.
Tá vit savna persónsupplýsingar umvegis okkara heimasíðu, tryggja vit, at hetta altíð er við tínum samtykki, soleiðis at tú altíð ert kunnað/ur um hvørjar upplýsingar vit savna inn, og við hvørjum endamálið tær verða savnaðar inn.
Stjóri og starvsfólk hjá Reyði Krossur Føroya hava atgongd til tær upplýsingar, ið verða skrásettar.
Ábyrgd av dátum hjá Reyði Krossur Føroya: Reyði Krossur Føroya
Viðskiftaupplýsingar verða ikki goymdar ella sendar bronglaðar.
Tú kanst altíð sýta fyri at tínar upplýsingar verða skrásettar. Tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í hvørjar upplýsingar hjá tær eru skrásettar hjá Reyði Krossur Føroya. Hesi rættindi hevur tú sambært Dátuverndarlógini, og fyrispurningar hesum viðvíkjandi skulu stílast til redcross@redcross.fo.
Farspor (cookies)
Vit nýta farspor á redcross.fo við tí endamáli at betra um heimasíðuna og funkurnar, og harvið gera tína vitjan á síðuni so lætta sum gjørligt.
Tú kanst til eina og hvørja tíð strika farspor á tínari teldu. Les vegleiðingina her: Privatlívspolitikkur og farspor.
Hagtøl
Vit nýta hagtøl á redcross.fo, sum merkir at ein hagtalsskipan savnar upplýsingar um hvussu nógv vitjandi eru á heimasíðuna, hvaðani tey koma frá, og hvar tey fara av aftur heimasíðuni v.m.
Hagtølini verða einans nýtt til at betra um heimasíðuna hjá Reyði Krossur Føroya.
Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.
Brúkaravernd
Les meira um brúkaravernd tá tú keypir umvegis gjaldsskipan frá QuickPay: https://quickpay.net/dk/terms-of-service
Klagur
Klagur skulu sendast til Brúkaraumboðið, Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn.
Endurgjald
Keypari hevur 2-ára endurgjaldsrætt sambært føroyskari lóggávu. Endurgjaldið fevnir um øll brek, ið standast av framleiðslu.
Endurgjaldskrav skal boðast Reyða Krossi Føroya frá í rímiligari tíð. Her verður mett at rímulig tíð er í mesta lagi tveir mánaðar eftir móttøku, um ikki annað er avtalað. Reyði Krossur Føroya endurrindar í hesum føri møguligan flutningskostna.
Endurgjaldskrav dettur burtur um vøran er handfarin ella nýtt á skeivan hátt.
Áheitan um endurgjaldskrav skal sendast til:
Reyði Krossur Føroya
Stiðjagøta 6
100 Tórshavn
Føroyar
Upplýsingar til afturtøku
(Tá afturtøkurætturin er galdandi, skalt tú lata hesar upplýsingar til redcross@redcross.fo )
- Til [Reyði Krossur Føroya, Stiðjagøta 6, FO-100 Tórshavn, Føroyar, redcross@redcross.fo]:
- Eg (*) vil hervið boða frá at eg (*) vil gera nýtslu av mínum afturtøkurætti, í samband við keyp av fylgjandi vøru ella tænastu:
- Navn á vøru (*)
- Bíløgd tann (*)/móttikin tann (*)
- Navn á keypara (*)
- Bústaður hjá keypara (*)
- Undirskrift hjá keypara (*) (bert um upplýsingarnar verða lætnar á prentaðum pappíri)
- Dagfesting (*)
Prísir o.a.
Allir prísir eru í DKK við mvg. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum og møguligum skrivivillum.