Gjaldstreytir hjá Reyða Krossi Føroya at stuðla mánaðarliga
Reyði Krossur Føroya
Stiðjagøta 6
FO-100 Tórshavn
Føroyar
V-Tal: 423254
Skrásetingarnummar: 6460
Kontunummar: 0004946954
IBAN: FO5964600004946954
BIC: FIFBFOTX
Bank: Føroya Banki P/F
Gjalding
Til ber at gjalda við Visa og Mastercard.
Peningurin verður drigin av tygara konto, tá vøran verður send frá ella heintað á Reyða Krossi Føroya.
Nýtur tú Visa Electron ella Mastercard Debit, verður peningurin afturhildin á tínari konto, samsvarandi við treytirnar fyri kortinum, til vit trekkja peningin ella avvísa gjaldingina.
Á heimasíðuni verða hesi gjaldoyru nýtt til prísáseting: Denmark – Kroner (DKK).
Reyða Krossi Føroya nýtir ein tryggan gjaldsservara, ið bronglar allar upplýsingar við SSL protokoll. Hetta merkir at tínar dátur eru tryggar, og ikki kunnu lesast av øðrum.
Heimasíðan hjá Reyða Krossi Føroya verður somuleiðis bronglað við SSL protokol.
Stuðul
Avtala um at stuðla umvegis Quickpay
Tá ið ein stuðul stuðlar Reyða Krossi Føroya við føstum stuðulsgjaldi, loyvir hann Reyði Krossur Føroya at taka ta valdu upphæddina av kontuni hjá sær við avtalaðum gjaldmillumbili, frá degnum tá ið avtalan er gjørd.
Kvittan
Í sambandi við stuðulsgjald fær stuðulin kvittan við telduposti.
Skrásettar upplýsingar
Reyði Krossur Føroya skrásetur upplýsingar, sum verða tøppaðar inn í sambandi við stuðulsgjøld. Upplýsingarnar verða ikki latnar øðrum, men Reyði Krossur Føroya goymir tær í fimm ár í sambandi við roknskapin.
Endurnýggjan
Endurnýggjan av mánaðarliga stuðul heldur á fram til tú sum brúkari sjálvur steðgar haldinum ella setur teg í samband við okkum á redcross@redcross.fo. Tá ið stuðulsgjald verður latið, fær Reyði Krossur Føroya loyvi at seta seg í samband við stuðulin við telduposti ella telefon við tí í hyggju at endurnýggja avtaluna, tá ið konta er sett úr gildi, verður stongd ella annað. Sama geldur, tá ið skift verður til annan peningastovn.
Uppsøgn
Ein stuðul kann siga sína føstu avtalu upp við at seta seg í samband við Reyði Krossur Føroya við telduposti ella telefon. Til ber eisini hjá tær at innrita á tín brúkara á redcross.fo og steðga stuðulsgjaldinum umvegis tín brúkara.
Iðranarrættur – Stuðulsgjøld
Stuðulsgjøld eru ikki fevnd av iðranarrætti.
Er talan um mánaðarlig stuðulsgjøld, sum tú vilt steðga, set teg so í samband við redcross@redcross.fo. Til ber eisini hjá tær at innrita á tín brúkara á redcross.fo og steðga stuðulsgjaldinum umvegis tín brúkara.
Klaguviðgerð
Klagur um mistøk ella trupulleikar í sambandi við stuðul kunnu sendast Reyði Krossur Føroya:
Reyði Krossur Føroya
Stiðjagøta 6
100 Tórshavn
Telefon: +298 283630
redcross@redcross.fo
Viðskifta- og privatlívspolitikkur
Persónsupplýsingar verða latnir hesum pørtum.
Starvsfólkum og leiðslu hjá Reyði Krossur Føroya
Útvaldir og álítandi triðjapørtum, ið nýta tínar persónsupplýsingar í sambandi við levering av vørum ella tænastuveitingum, ið tú hevur bílagt.
Handilssamstarvsfelagar, ið skráseta og viðlíkahalda tína brúkarakontu
Tú kanst til eina og hvørja tíð strika tínar upplýsingar.
Fyri at strika tínar upplýsingar, skal Reyði Krossur Føroya hava fylgjandi:
- Navn
- Bústað
- Telefonnummar
- Teldupost
Vit skráseta bert tínar persónsupplýsingar við tí endamálið at kunna veita tær tænasturnar, sum eru umbidnar.
Persónsupplýsingar sum eru skrásettar hjá Reyði Krossur Føroya, verða goymdar í upp til fimm ár, og verða síðani strikaðar.
Tá vit savna persónsupplýsingar umvegis okkara heimasíðu, tryggja vit, at hetta altíð er við tínum samtykki, soleiðis at tú altíð ert kunnað/ur um hvørjar upplýsingar vit savna inn, og við hvørjum endamálið tær verða savnaðar inn.
Stjóri og starvsfólk hjá Reyði Krossur Føroya hava atgongd til tær upplýsingar, ið verða skrásettar.
Ábyrgd av dátum hjá Reyði Krossur Føroya: Reyði Krossur Føroya
Viðskiftaupplýsingar verða ikki goymdar ella sendar bronglaðar.
Tú kanst altíð sýta fyri at tínar upplýsingar verða skrásettar. Tú hevur eisini rætt til at fáa innlit í hvørjar upplýsingar hjá tær eru skrásettar hjá Reyði Krossur Føroya. Hesi rættindi hevur tú sambært Dátuverndarlógini, og fyrispurningar hesum viðvíkjandi skulu stílast til redcross@redcross.fo.
Kæra til Dátueftirlitið
Tú hevur rætt til at kæra til Dátueftirlitið, um tú ert ónøgdur við okkara viðgerð av tínum persónupplýsingum. Tú finnur samskiftisupplýsingarnar hjá Dátueftirlitinum á heimasíðuni www.dat.fo.
Brúkaravernd
Les meira um brúkaravernd tá tú keypir umvegis gjaldsskipan frá QuickPay: https://quickpay.net/dk/terms-of-service
Klagur
Klagur skulu sendast til Brúkaraumboðið, Skálatrøð 20, Postrúm 73, FO-110 Tórshavn.
Endurgjald – Tó ikki galdandi fyri stuðulsgjøld
Keypari hevur 2-ára endurgjaldsrætt sambært føroyskari lóggávu. Endurgjaldið fevnir um øll brek, ið standast av framleiðslu.
Endurgjaldskrav skal boðast Reyða Krossi Føroya frá í rímiligari tíð. Her verður mett at rímulig tíð er í mesta lagi tveir mánaðar eftir móttøku, um ikki annað er avtalað. Reyði Krossur Føroya endurrindar í hesum føri møguligan flutningskostna.
Endurgjaldskrav dettur burtur um vøran er handfarin ella nýtt á skeivan hátt.
Áheitan um endurgjaldskrav skal sendast til:
Reyði Krossur Føroya
Stiðjagøta 6
100 Tórshavn
Føroyar
Upplýsingar til afturtøku
(Tá afturtøkurætturin er galdandi, skalt tú lata hesar upplýsingar til redcross@redcross.fo )
- Til [Reyði Krossur Føroya, Stiðjagøta 6, FO-100 Tórshavn, Føroyar, redcross@redcross.fo]:
- Eg (*) vil hervið boða frá at eg (*) vil gera nýtslu av mínum afturtøkurætti, í samband við keyp av fylgjandi vøru ella tænastu:
- Navn á vøru (*)
- Bíløgd tann (*)/móttikin tann (*)
- Navn á keypara (*)
- Bústaður hjá keypara (*)
- Undirskrift hjá keypara (*) (bert um upplýsingarnar verða lætnar á prentaðum pappíri)
- Dagfesting (*)
Prísir o.a.
Allir prísir eru í DKK við mvg. Fyrivarni verður tikið fyri prísbroytingum og møguligum skrivivillum.