Reyði Krossur ynskir at víðka um virksemið í Norðoyggjum. Hóast vit hava verið virkin í Norðoyggjum í nógv ár, eitt nú við Vitjanartænastu, er tíðin komin at seta fótin undir eitt fjølbroyttari virksemi og kanna nýggjar møguleikar í Norðoyggjum.

Skipað verður tí fyri einum tiltaki í Klaksvík mikukvøldið 11. september kl. 19:00 í Dávavirkinum, har tú kanst frætta meira um, hvussu tú kanst gera mun sum sjálvboðin í Reyða Krossi.

Tekna teg sum sjálvboðin

Øll kunnu gerast sjálvboðin - ung sum eldri, øll, sum vilja gera mun eru hjartaliga vælkomin, sama hvørja bakgrund ella førleikar tú hevur.

Tú gert sjálv/ur av, hvussu nógva tíð tú vilt nýta uppá sjálvbodna virksemið, eins og tú sjálv/ur gert av, hvørjum tú vilt arbeiða við. Tað kann eitt nú vera innan endurnýtslu av klæðum, bókum, møblum, ella tað kann vera sosialt virksemi og psykososialur stuðul, tilbúgving ella ungdómsarbeiði.

Útfyll frymilin niðanfyri, og fortel eitt sindur um, hvørjum tú kundi hugsað tær at arbeitt við.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við okkum á redcross@redcross.fo ella tel. 283630.