Her kanst tú lesa eitt sindur um, hvat tú kanst vænta, tá tú leigar ein bústað út til flóttafólk. Trýst á knøttin niðast fyri at skráseta tín bústað. Upplýsingarnir verða síðan goymdir, og tú hoyrir aftur frá Útlendingastovuni, um flóttafólk hevur tørv á bústaðnum.
Hvør leigar?
Reyði Krossur og Útlendingastovan samstarva um at fáa til vega bústaðir til flóttafólk. Leigumálið sjálvt er millum útleigara og leigara, og mælt verður til, at almenni leigusáttmálin verður brúktur.
Hvat hava flóttafólkini ráð til at rinda í leigu?
Tá flóttafólk koma til landið, fáa tey flestu uppihaldsveiting frá Almannaverkinum. Upphæddin er ymisk alt eftir persónligu viðurskiftunum hjá tí einstaka. Útlendingastovan tekur hædd fyri inntøkugrundarlagnum, tá ið bústaður skal finnast.
Her eru nøkur dømir um, hvussu nógv flóttafólk í mesta lagi kunnu rinda um mánaðin íroknað el, hita og internet:
- Stakur uppihaldari við einum barni: 8.500 kr.
- Stakur yvir 25 ár (einki barn): 5.500 kr.
- Stakur undir 25 ár (einki barn): 1.500 kr.
- Par yvir 25 ár (einki barn): 6.500 kr.
- Tó velja summi at búgva saman og deila bústaðar útreiðslur.
Nær verður leigað út?
Tað er ymiskt, nær tørvur er á íbúðum til flóttafólk. Í løtuni er talið av flóttafólkum úr Ukraina vaksandi, og tí er tørvurin á leigubústøðum eisini vaksandi.
Tað er umráðandi, at leigubústaðurin hóskar til tørvin hjá flóttafólkinum í mun til kømur, staðseting, kostnað og annað, og tí er tað ikki vist, at júst tín bústaður verður útleigaður alt fyri eitt.
Ynskiligt er, at til ber at leiga bústaðin í minsta lagi eitt ár.
Hvussu gongur tað fyri seg?
At leiga til flóttafólk gongur fyri seg á sama hátt sum eittt vanligt leigumál. Hetta merkir at:
Íbúðin verður sýnað og innflytingarfrágreiðing verður gjørd.
Báðir partar skriva undir leigusáttmála.
Leigari hevur ábyrgd av at gjalda húsaleigu til tíðina og at samskifta við útleigara um ymisk viðurskiftir.
Vit viðmæla at biðið verður um depositum, tí at hetta verjur bæði útleigara og leigara.