Verð sjálvboðin á Málkafe hjá Reyða Krossi, og hitt fólk úr øllum heiminum eins og onnur sjálvboðin, ið eins og tú vilja vera við til at stimbra undir máltøku hjá tilflytarum og stuðla undir integratiónini. Á Málkafé skapa vit eitt umhvørvi har tilflytarar kenna seg vælkomin óansæð málførleikar teirra.
Sum sjálvboðin ert tú við í einum toymi, og títt toymi skipar fyri málkafé eitt fast kvøld um mánaðin. Sjálvbodnu toymini stýra málkaféini, t.v.s. at tey leggja ætlanir fyri hvat virksemi skal vera á málkaféini, t.d. um ávís evni skulu vera hvørja ferð, finna borðspøl, at rigga til og rigga av o.l.
Málkafé er á Býarbókasavninum í Tórshavn hósdagar millum kl. 17-19.
Hevur tú fleiri spurningar? Send okkum ein teldupost á malkafe@redcross.fo ella ring á tlf. nr. +298 283630.
Tekna teg sum sjálvboðin á Málkafé her: