Fá hjálp frá Mat- og Klædnahjálpini
Um Mat- og Klædnahjálpina
Mat- og Klædnahjálpin letur mat og klæðir til familjur og einstaklingar. Tænastan er ætlað fólki, ið av ymiskum orsøkum ikki fáa endarnar at røkka saman.
Mat- og klædnahjálpin verður rikin av einum sjálvbodnum toymi, ið øll eru bundin av tagnaðarskyldu. Tó er neyðugt hjá Mat- og Klædnahjálpini at spyrja um praktisk viðurskifti so sum kyn, aldur, hvar í landinum, stødd á familju, stødd á klæðum osfr. Hetta verður gjørt, fyri at veita best møguliga tænastu og fyri at gera tørvsmetingar.
Til ber at biðja um klæðir uml. tvær ferðir um árið, og um mat uml. einaferð um mánaðin.
Mathjálpin letur í høvuðsheitum frysti- og haldførar matvørur. Innihaldið kann vera skiftandi, men er fyri tað mesta ein samanseting av frystum kjøti, fiski og grønmeti, umframt rís, pasta og havragrýni. Ein matpakki inniheldur mat til fleiri máltíðir.
Klædnahjálpin letur klæði, frá innast til uttast, til børn og ung upp til átjan ára aldur.
Mat- og Klædnahjálpin er stongd í ávís tíðarskeið á árinum (summar-, heyst-, jóla- og páskafrí, og aðrar heilidagar). Lýst verður altíð ovast á hesi síðuni í góðari tíð.
Hvussu geri eg, um eg havi tørv á mati ella klæðum?
Øll, sum hava tørv á mat- og klædnahjálp, eru vælkomin at seta seg í samband við Mat- og Klædnahjálpina, so hvørt tey hava tørv á tænastuni, gjøgnum frymilin niðanfyri (til ber ikki longur at umbiðja mat og klæðir umvegis telefon/sms-boð).
Matur og/ella klæðir verða útflýggjað einaferð um vikuna. Tíð og avheintingarstað verður upplýst, tá frymilin er útfyltur.
Bert eitt avmarkað tal av umbønum verða viðgjørdar hvørja viku. Av tí orsøk kann ein bíðitíð á tvær vikur koma fyri.
Stuðul
Fyritøkur og einstaklingar eru vælkomin at stuðla Mat- og Klædnahjálpini, eitt nú við góðari matvøru ella peningarligum ískoyti. Ynskir tú at lata mat ella geva avsláttur á matvøru, skriva til okkara á redcross@redcross.fo ella ring 28 36 30. Ynskir tú at stuðla Mat- og Klædnahjálpini við einari upphædd, ert tú vælkomin at flyta eina peningagávu og viðmerkja “M+K”. Sí kontonummur her. Hjartans tøkk fyri stuðulin.