Er tú eldri enn 18 ár og hevur tú hug til at gera mun, veita fyrstuhjálp í neyðstøðu og samstundis fáa góðar upplivingar í einum góðum toymi?
Í løtuni væntar okkum nógvar samarittar. Stevnur, festivalar og tiltøk av alskyns slagi eru við til at mynda føroyska summarið. Samarittarnir hjá Reyða Krossi virka fyri, at vit øll kunnu kenna okkum eitt sindur tryggari.
At vera samarittur hjá Reyða Krossi er sjálvboðið arbeiði, har tú ert við til at hjálpa við nógvum ymiskum, alt frá smásnuddum til størri skaðum, at geva professionel boð víðari til eitt nú sjúkrabil og vakthavandi, og har tú fært útbúgving innan fysiska og sálarliga fyrstuhjálp. Samarittarnir eru sjónliga til staðar á festivalum, stevnum, ítróttartiltøkum og ymiskum øðrum tiltøkum kring landi. Hareftir fært tú ríkar møguleikar at førleikamenna teg.
Sum partur av heimsins størsta hjálparfelagsskapi, hjálpir tú okkum at hjálpa øðrum. Tú kanst melda teg til við at brúka frymilin hjá okkum ella á samarit@redcross.fo, til ber eisini at ringja til Reyða Kross á telefon (+298) 283629.
Tað ber at luttaka í samaritt-tænastuni, sum næmingur, inntil mann fær tíð og møguleika at á skeiðnum, og harvið gerast samarittur.
Treytir fyri at klára skeiðið:
– Vera minst 18 ár
– Klára at fullføra HLR á jørðini í 10 minuttir, sum partur av einum toymi av tveimum.
– Kunna flyta ein sjúkling á børu, saman við 3 øðrum, so at børutoymi er samansett av 4 fólkum.
– Sálarliga vera sjálvstøðugur og búgvin, og eisini hava fatan av álvaranum í samarittaarbeiðinum, hetta inniber, at ein kann koma í ymiskar óvanligar støður og kunna verða um ein sjúkling í sorg ella við álvarsligum løstum.
– Kunna tosa, skilja og orða seg skriftligt á føroyskum.
– Tað er ein treyt at vera til staðar, fyri at klára skeiði.
– Taka undir við grundvirðunum hjá Reyða Krossi