Mynd: Ditte Mathilda Joensen / Veingir
Sum nakað nýtt fer Reyði Krossur at skipa fyri einari summarlegu. Fyrsta summarlegan verður á Toftum 14.-19. juli 2024. Legan er ætlað børnum í aldrinum 9-12 ár úr sosialt og fíggjarliga sárbærum familjum, umframt børnum, ið av ymsum ávum mistrívast, og sum hava tørv á góðum summarminnum saman við øðrum børnum og við vaksnum, sum hava tíð, orku og hug at geva umsorgan og nærleika.
Leguskráin verður bæði stuttlig og fjølbroytt, og vit leggja stóran dent á, at okkurt er fyri øll. Vit fara m.a. útferðir, at svimja, at hava ymiskar kreativar verkstovur og at syngja, spæla og hugna okkum saman. Pláss verður fyri 24 børnum í aldrinum 9-12 ár.
Myndir: Ungdommens Røde Kors