Scroll Top

Summarlegan 14-19 juli 2024 á Toftum

Í døgunum 14-19 juli skipaði Reyði Krossur fyri fyrstu summarleguni ætlað børnum í aldrinum 9-12 ár úr sosialt ella fíggjarliga sárbærum familjum.

Legan var sera væleydnað og niðanfyri ber til at lesa eitt sindur um innihaldið og síggja nakrar myndir.

Sunnudag:

Børnini komu sunnudag seinnapart. Vit byrjaðu leguna við at gera bomm og gera navnaskelti og av tí at veðrið var so gott, so spældu vit eisini nógv úti. Vit høvdu lænt hoppiborgir, sum børnini kundu spæla í og so spældu vit eisini fótbólt og á spæliplássinum.

Mánadag:

Fyrrapart høvdu vit eina postarenning á vøllinum á B68 vøllinum. Endamálið við hesari postarenningini var at samansjóða børnini.

Seinnapart høvdu vit 112 dag, har vit fingu vitjan av einum løgreglubili, einum sjúkrabili og tveimum brandbilum. Børnini sluppu at tosa við førararnar, síggja bilarnar, royna sirenurnar og aðra útgerð og so endaðu vit við einum stórum vatnkríggi og føðingardagssangi og -kaku, tí har var ein genta, ið hevði føðingardag.

Aftaná nátturðan kundu tey, ið høvdu hug sleppa at svimja.

Í fríløtunum høvdu vit eina kreativa verkstovu og hoppiborgir til børnini.

Týsdag:

Vit leigaðu biografin í bygdahúsinum á Strondum, har vit hugdu eftir Inside out. Vit høvdu poppkornmaskinu við, so tað var akkurát sum ordiligt. Aftaná filmin fóru vit til selatraðar, har vit fingu at eta og hugnaðu okkum í ánni, fjøruni og á skótadeplinum.

Aftaná nátturðan kundu tey, ið høvdu hug sleppa at svimja.

Í fríløtunum høvdu vit eina kreativa verkstovu og hoppiborgir til børnini.

Mikudag:

Fyrrapart vóru vit á postarenning runt um Toftavatn. Har vóru m.a. spurningar um blómur, fuglar og danska kongahúsið, ið børnini skuldu svara upp á, samstundis sum tey sluppu at vera úti og njóta náttúruna.

Seinnapart kom FSF og hevði onkur fótbóltsspøl saman við børnunum og síðani høvdu vit leigað Boingbóltar.

Aftaná nátturðan høvdu vit eina kreativa verkstovu, har tað bar til at mála taskur og gera smykkur v.m.

Í fríløtunum høvdu vit hoppiborgir til børnini at hoppa í.

Hósdag:

Hósmorgunin aftaná morgunmatin fóru vit øll, bæði børn og vaksin, at svimja.

Aftaná døgurðan høvdu vit sminkukapping og aftaná sluppu børnini at pynta seg, áðrenn vit endaðu dagin við einari veitslu.

Í fríløtunum høvdu vit eina kreativa verkstovu og hoppiborgir til børnini.

Fríggjadag:

Farvæl og vit vóna at síggjast aftur eina aðru ferð.

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.