Henry Dunant stovnaði Reyða Kross felagsskapin í 1863 eftir, at hann sá stórar sorgarleikir í krígnum við italska býin Solferino í 1859.
Hann royndi tá saman við nøkrum lokalum kvinnum at hjálpa særdu hermonnunum. Tey tóku ikki dagar ímillum hvørju megna í stríðnum, teir høvdu verið. Her sá hann, at tað verðuliga læt seg gera við sjálvbodnari megi at hjálpa teimum, sum illa vóru fyri, um fyriskipanin var í lagi.
Saman við nøkrum øðrum høgtstandandi monnum úr Genève stovnaði Henry Dunant í 1863 Reyða Kross. Fyrsta ráðstevnan var longu í oktober 1863, og umboð fyri16 lond vóru við. Eftir ráðstevnuna skrivaðu 12 lond undir tað fyrstu Genèvekonventiónina.
Reyða Kross flaggið kom eisini um hesa tíðina. Tað kom úr Sveis, og er tað sveisiska flaggi, ið er vent øvugt. Reyði dúkurin er vorðin hvítur, og hvíti krossurin er vorðin reyður. Reyði Krossur fekk sítt navn eftir tí reyða krossinum í búðmerkinum.
Tey fyrstu londini vóru øll kristin. Seinni, tá muslimsk lond byrjaðu at koma uppí, vildu tey ikki hava tann reyða krossin sum búðmerki, tí tey settu hann í samband við krossferðirnar. Hesi londini gjørdu tí sítt egna búðmerki – Reyða Hálvmána. Í 1929 vóru bæði merkini alment viðurkend. Bæði Reyði Krossur og Reyði Hálvmáni eru nú vard undir Genèvekonventiónini.
Í 1986 var almenna navnið á alheimsfelagsskapinum broytt til “Altjóða Reyði Krossur og altjóða Reyði Hálvmáni”.
Reyði Krossur hevur fingið Nobel friðarheiðurslønina fýra ferðir. Fyrstu ferð var í 1901, tá ið Henry Dunant, sum tann fyrsti nakrantíð, sjálvur fekk hana. Síðan er Nobel friðarheiðurslønin latin felagsskapinum í 1917 og 1944 fyri arbeiðið, ið felagsskapurin framdi undir báðum heimsbardøgunum. Í1963 fekk felagsskapurin fjóru ferð Nobel friðarheiðslønina fyri arbeiðið í eina heila øld.
Les meira um Altjóða Reyða Kross á www.ifrc.org ella á Wikipedia .