Scroll Top

Tær sjey aðalreglurnar

Reyði Krossur byggir á sjey aðalreglur, ið eru felags fyri øll Reyða Kross feløg í heiminum. Tær eru galdandi fyri alt okkara virki, og skulu haldast, soleiðis at hjálpararbeiðið verður skipað á ein álítandi og  dygdargóðan hátt, og soleiðis at tað ber til at veita røttu hjálpina har neyðin er størst kring heimin.

At vera menniskjalig

Reyði Krossur, ið upprunaliga tók seg upp til tess at veita ópartíska hjálp til særd í kríggi, roynir bæði lokalt og globalt at forða fyri og linna menniskjaliga neyð og líðing. Endamálið hjá Reyða Krossi er at verja lív og heilsu, tryggja virðingina fyri menniskjanum, umframt at fremja sínámillum semju, vinalag, samstarv og varandi frið millum øll fólkasløg.

At vera ópartísk

Reyði Krossur veitir hjálp uttan mun til tjóðskap, uppruna, trúgv, sannføring, klassa ella politiskar hugburðir. Reyði Krossur virkar fyri at linna líðingar hjá neyðstøddum menniskjum, og veitir hjálpina fyrst har, ið neyðin er størst.

At vera uttanveltað

Til tess at tryggja álit og dygd í hjálparvirksemi felagsins, áleggur hendan meginreglan Reyða Krossi at vera uttanveltaðan í mun til ósemjur av politiskum, rasuligum, trúarligum ella hugsjónarligum slagi.

At vera óheft

Reyði Krossur er óheftur. Landsfeløgini hjá Reyða Krossi hava skyldu at hjálpa lokalu myndugleikunum í sambandi við humanitert hjálpararbeiði, og samstundis halda landsins lógir. Tó skal Reyði Krossur undir øllum umstøðum varðveita sjálvstýri, so til ber at virka út frá aðalreglunum hjá Reyða Krossi.

At vera sjálvboðin

Reyði Krossur er ein sjálvboðin hjálparfelagsskapur, ið ikki á nakran hátt virkar við vinningi fyri eygað.

At vera ein eind

Bert eitt Reyða Kross landsfelag kann vera í hvørjum landi. Landsfelagið skal vera opið fyri øllum áhugaðum, ið hava virðing fyri virki og meginreglum felagsins, og skal kunna útinna sítt humanitera arbeiði á øllum landaøkinum.

At vera algildug

Reyði Krossur er ein heimsumfatandi rørsla, og øll landsfeløgini hjá Reyða Kross hava somu støðu, og hava saman ábyrgd og skyldu at samstarva og hjálpa hvørjum øðrum.

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.