Vilt tú vera vitjanarvinur?
At vera vitjanarvinur er sjálvboðið og ólønt arbeiði. Tú vitjar vin tín eina ferð um vikuna ella sambært avtalu. Hvør vitjan varir ein til tveir tímar.
Sum vitjanarvinur skalt tú vera minst 18 ár, vera álítandi, vinalig/ur og virða menniskju, sum tey eru.
Hevur tú hug at gleða við eini vitjan? So set teg í samband við Reyða Kross Vitjanartænastuna.
Tú kanst eisini seta teg beinleiðis í samband við virksemisleiðaran í tínum øki fyri at hoyra meira. Sí samskiftisupplýsingar her.