Used for the like, share, comment, and reaction icons

... Sí meira ..Sí minni ..

07-12-2023, 10:25

ADVENTSGÁVA IÐ KANN BJARGA LÍVUM

Manglar tær eina gávu til ein av tínum kæru? Í komandi viku skipar Reyði Krossur fyri almennum skeiðum í fyrstuhjálp, sum øll kunnu tekna seg til.

Undirvísingin fer fram í Stiðjagøtu 6, Tórshavn. Les meir um innihald, prís og annað á redcross.fo/fyrstahjalp/ og tekna teg, ella ein tú kennir, við at skriva til fyrstahjalp@redcross.fo.
... Sí meira ..Sí minni ..

05-12-2023, 13:45
ADVENTSGÁVA IÐ KANN BJARGA LÍVUM

Manglar tær eina gávu til ein av tínum kæru? Í komandi viku skipar Reyði Krossur fyri almennum skeiðum í fyrstuhjálp, sum øll kunnu tekna seg til.

Undirvísingin fer fram í Stiðjagøtu 6, Tórshavn. Les meir um innihald, prís og annað á https://redcross.fo/fyrstahjalp/ og tekna teg, ella ein tú kennir, við at skriva til fyrstahjalp@redcross.fo.Image attachment

Nú ber til at søkja um jólahjálp frá Í Menniskjum Góður Tokki ❤️

Aftur í ár samstarvar Reyði Krossur við Barnabata um at hjálpa fíggjarliga sperdum barnafamiljum á jólum ⛄️

Umsóknarfreistin er 7. desember, og umsóknarblaðið finnur tú á www.barnabati.foNÚ KUNNU FÍGGJARLIGA SPERDAR BARNAFAMILJUR SØKJA UM JÓLAHJÁLP

Umsóknarblaðið liggur á heimasíðuni hjá Barnabata. Seinasta freist at søkja er 7.des.

www.barnabati.fo
... Sí meira ..Sí minni ..

04-12-2023, 9:33
Nú ber til at søkja um jólahjálp frá Í Menniskjum Góður Tokki ❤️

Aftur í ár samstarvar Reyði Krossur við Barnabata um at hjálpa fíggjarliga sperdum barnafamiljum á jólum ⛄️

Umsóknarfreistin er 7. desember, og umsóknarblaðið finnur tú á www.barnabati.fo

Hjálp til neyðstødd børn í Myanmar ❤️

Samanbrestir ímillum vápnaðar bólkar, yvirflóð og trupul atkomuviðurskifti gera ta longu sváru humaniteru støðuna í Myanmar enn verri. Fleiri enn 2 mió. menniskjur eru rikin frá húsi og heimi. Umleið 40% av teimum eru børn, sum nú noyðast at búgva í yvirfyltum legum, í frumskóginum ella í øðrum improviseraðum skjólum. Heimleysar familjur liva undir sera ótryggum viðurskiftum og stríðast fyri at fáa mest grundleggjandi tørvir á reinum vatni, mati, heilsu- og reinførisviðurskiftum, nøktaðar. Hendan støðuga strongdin og óttin hava ógvusligar fylgjur við sær, bæði fyri kropp og sinn, og serliga er sálarheilsan hjá børnum og ungum í vanda.

Hóast trygdar- og atkomuavbjóðingar, hjálpir Reyði Krossur í Myanmar fleiri hundraðtúsund útsettum børnum og familjum.

Reyði Krossur Føroya hevur nú, við stuðli frá Føroya Landsstýri, latið 500.000 kr. til at styrkja arbeiðið at betra um sálarheilsuna hjá neyðstøddum í Myanmar. Serliga fara pengarnir til at styrkja førleikarnar hjá Reyða Krossi í Myanmar at veita sálarliga fyrstuhjálp til børn og ung, umframt at seta á stovn barnavinarlig rúm (child-friendly safe spaces) í neyðstøðum.

Reyði Krossur í Myanmar arbeiðir eisini við at fáa barnavinarlig rúm í lag til heimleysar familjur í illa atkomuligum økjum. Har fara sjálvboðin at skipa fyri ymsum frítíðarvirksemi til ymsar aldursbólkar – tað verða stuttlig og mennandi frítíðarítriv, eitt nú ítróttur, spøl, list, handverk, eins væl og virksemi, sum stuðlar undir sjálvbjargni og lívsførleikum hjá børnunum.

Støðan í landinum hevur verið alsamt versnandi seinastu vikurnar, og Reyði Krossur í Myanmar fegnast um stuðulin úr Føroyum, sum tey siga hjálpir teimum í arbeiðinum “at tryggja framtíðina fyri børnini í Myanmar”.
... Sí meira ..Sí minni ..

30-11-2023, 13:41
Hjálp til neyðstødd børn í Myanmar ❤️

Samanbrestir ímillum vápnaðar bólkar, yvirflóð og trupul atkomuviðurskifti gera ta longu sváru humaniteru støðuna í Myanmar enn verri. Fleiri enn 2 mió. menniskjur eru rikin frá húsi og heimi. Umleið 40% av teimum eru børn, sum nú noyðast at búgva í yvirfyltum legum, í frumskóginum ella í øðrum improviseraðum skjólum. Heimleysar familjur liva undir sera ótryggum viðurskiftum og stríðast fyri at fáa mest grundleggjandi tørvir á reinum vatni, mati, heilsu- og reinførisviðurskiftum, nøktaðar. Hendan støðuga strongdin og óttin hava ógvusligar fylgjur við sær, bæði fyri kropp og sinn, og serliga er sálarheilsan hjá børnum og ungum í vanda. 

Hóast trygdar- og atkomuavbjóðingar, hjálpir Reyði Krossur í Myanmar fleiri hundraðtúsund útsettum børnum og familjum. 

Reyði Krossur Føroya hevur nú, við stuðli frá Føroya Landsstýri, latið 500.000 kr. til at styrkja arbeiðið at betra um sálarheilsuna hjá neyðstøddum í Myanmar. Serliga fara pengarnir til at styrkja førleikarnar hjá Reyða Krossi í Myanmar at veita sálarliga fyrstuhjálp til børn og ung, umframt at seta á stovn barnavinarlig rúm (child-friendly safe spaces) í neyðstøðum. 

Reyði Krossur í Myanmar arbeiðir eisini við at fáa barnavinarlig rúm í lag til heimleysar familjur í illa atkomuligum økjum. Har fara sjálvboðin at skipa fyri ymsum frítíðarvirksemi til ymsar aldursbólkar – tað verða stuttlig og mennandi frítíðarítriv, eitt nú ítróttur, spøl, list, handverk, eins væl og virksemi, sum stuðlar undir sjálvbjargni og lívsførleikum hjá børnunum.

Støðan í landinum hevur verið alsamt versnandi seinastu vikurnar, og Reyði Krossur í Myanmar fegnast um stuðulin úr Føroyum, sum tey siga hjálpir teimum í arbeiðinum “at tryggja framtíðina fyri børnini í Myanmar”.Image attachmentImage attachment

FRAMÚR VÆLEYDNAÐ OPIÐ HÚS
Hjartans tøkk til allar stuðlar, øll vitjandi, allar tónleikarar og ikki minst takk til øll sjálvboðin, sum vóru við til at gera tiltakið Opið Hús hjá Reyða Krossi so sera væl eydnað aftur í ár ⛑

Nógv fólk løgdu leiðina framvið. Innihaldið á degnum var bæði lætt og meira álvarsamt - men mest av øllum hugnaligt 🥰☕

Gongur tú nú og hugsar um at tekna teg sum lim, ella hevur tú hug at vera sjálvboðin? Tú kanst tekna teg á heimasíðu okkara 👉 redcross.fo.
... Sí meira ..Sí minni ..

28-11-2023, 17:22
FRAMÚR VÆLEYDNAÐ OPIÐ HÚS
Hjartans tøkk til allar stuðlar, øll vitjandi, allar tónleikarar og ikki minst takk til øll sjálvboðin, sum vóru við til at gera tiltakið Opið Hús hjá Reyða Krossi so sera væl eydnað aftur í ár ⛑

Nógv fólk løgdu leiðina framvið. Innihaldið á degnum var bæði lætt og meira álvarsamt - men mest av øllum hugnaligt 🥰☕ 

Gongur tú nú og hugsar um at tekna teg sum lim, ella hevur tú hug at vera sjálvboðin? Tú kanst tekna teg á heimasíðu okkara 👉 redcross.fo.Image attachmentImage attachment+3Image attachment
Meira ...

Sí fleiri tíðindi

Endurnýtsla
Reyði Krossur hevur fýra endurnýtsluhandlar. Eina bókasølu og tveir klædnahandlar í Tórshavn, og ein klædnahandil í Vági.

Sí meira

Samarittar
Samarittarnir eru til staðar á festivalum, stevnum, ítróttartiltøkum og ymiskum øðrum tiltøkum kring landi.

Sí meira

Fyrstahjálp
Fyrstahjálp er hent at duga og kann bjarga lívum! Vilt tú læra at geva fyrstuhjálp? Ynskir tú, at tíni starvsfólk duga fyrstuhjálp?

Sí meira

Vitjanartænasta
Vitjanartænastan virkar fyri at basa einsemi í Føroyum. Øll fáa gleði av góðari samveru - bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan.

Sí meira

Mat- og Klædnahjálp
Mat- og Klædnahjálpin letur mat og klæðir til einstaklingar og familjur, ið ikki eru so væl fyri fíggjarliga.

Sí meira

Stuðla
Stuðla hjálpararbeiðinum við at gera eina peninga flyting á okkara konto í føroysku peningastovninum.

Sí meira

Reyði Krossur Føroya

Við sjálvbodnari orku tálmar og bøtur Reyði Krossur Føroya um menniskjaliga neyð, líðing og mismun. Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Vit hjálpa í gerandisdegnum og tá stór vanlukka er. Frá fyrstahjálparkassanum í bilinum til kríggj hinumegin jørðina. Vit leggja dent á alheims hjálpararbeiði okkara og sosialu íløgu okkara í Føroyum. Vit eyðmerkja tey, ið eru mest viðkvom og tryggja at virki okkara er miðvíst teimum.

Yvirlit yvir bingjur, handlar og sølur hjá Reyða Krossi Føroya

Filter by