Lær fyrstuhjálp og bjarga lívum
Eitt fyrstuhjálparskeið kann vísa seg at vera tað mest umráðandi skeiðið, tú nakrantíð hevur tikið. Í eini neyðstøðu kann tað merkja munin millum lív og deyða.
Reyði Krossur heldur tí, at øll eiga at duga fyrstuhjálp.
Mælt verður til at dagføra skeiðið 2. hvørt ár, og fáa fyrstuhjálparkundar hjá Reyða Krossi bjóðað 20% í avsláttri, um skeiðið verður endurnýggjað. Avlopið frá fyrstuhjálparskeiðnum verður brúkt til hjálpararbeiðið hjá Reyða Krossi bæði í Føroyum og kring heimin.
TILMELDING: Fyritøkur, stovnar og einstaklingar
Fyritøkur, stovnar o.l kunnu senda fyrispurning um skeið, umstøður, prís o.a. umvegis frymilin á heimasíðuni her ella skriva á fyrstahjalp@redcross.fo.
Skeið til einstaklingar verða hildin regluliga ígjøgnum árið. Niðanfyri sæst eitt yvirlit yvir komandi skeið.
PRUTL-koyrikort
ALMENT SKEIÐ FYRI FRAMMAN
Á SANDI
07.11.2024, kl. 17-21: HLB/AED (er fyrri partur)
14.11.2024, kl. 17-21: Ferðsla (er seinni partur)
Tilmelding: fyrstahjalp@redcross.fo