Scroll Top

Gerst limur

Limaskapur í Reyða Krossi

Øll, sum taka undir við aðalreglum og endamáli hjá Reyða Krossi, eru hjartaliga vælkomin at gerast limir í Reyða Krossi. Árliga limagjaldið fyri einstaklingar er kr. 200 og verður kravt 1. mars. Les meir um limaskap og aðalfund í viðtøkunum.

Sum limur hevur tú atgongd til árliga aðalfundin hjá Reyða Krossi, har tú eisini hevur atkvøðurætt. Við árliga limagjaldinum ert tú harumframt við til at stuðla hjálpararbeiðinum hjá Reyða Krossi í Føroyum og kring heimin.

Limir fáa tíðindabræv frá Reyða Krossi á teldupostin, sum er skrásettur við tekning. Ynskir tú ikki at fáa tíðindabræv, vinarliga boða frá hesum á redcross@redcross.fo ella trýst á “unsubscribe” niðast á teldupostinum.

Tekna teg sum lim

Trýst á knøttin “Gerst limur” omanfyri, fyri at tekna teg.

Limaskrásetingin fer fram umvegis skipanina Mínrokning, sum eisini skrásetur eina sjálvvirkandi gjaldsavtalu. Fyll teigarnar út, vel um tú vilt vera limur sum einstaklingur ella felag, og trýst á Melda til.

G.G. Neyðugt er at biðja um p-tal fyri at kunna fremja bankaflytingina. P-talið verður ikki goymt hjá Reyða Krossi.

Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.