Scroll Top

Tíðindi

Tíðindi, dagføringar v.m. frá Reyða Kross Føroyar

Comments Box SVG iconsUsed for the like, share, comment, and reaction icons
Stuðla longu nú 🥰  Longu nú kanst tú fara inn á http://hjalp.fo/ ella ringja á 90 56 56 og stuðla við 200 kr. So ert tú eisini við í lutakastinum um ein spildurnýggan Volvo EX30 🚗  📞Gev gætur, fyri summi fartelefonhald er neyðugt at fylla pening á, áðrenn tað ber til at ringja. Føroya Tele kundar kunnu fylla pening á við at logga á ver.fo/pages/topup og Nema kundar kunnu fylla pening á við at logga inn á mitt.nema.fo  🧑‍💼Fyritøkur, feløg o.o., ið vilja síggjast á rullandi breddanum niðast á skíggjanum, kunnu skráseta seg á www.redcross.fo/fyritokur  Les meira um hvussu tú kanst hjálpa Reyða Krossi at hjálpa á www.redcross.fo/studla/landsinnsavningin

Stuðla longu nú 🥰

Longu nú kanst tú fara inn á hjalp.fo/ ella ringja á 90 56 56 og stuðla við 200 kr. So ert tú eisini við í lutakastinum um ein spildurnýggan Volvo EX30 🚗

📞Gev gætur, fyri summi fartelefonhald er neyðugt at fylla pening á, áðrenn tað ber til at ringja. Føroya Tele kundar kunnu fylla pening á við at logga á ver.fo/pages/topup og Nema kundar kunnu fylla pening á við at logga inn á mitt.nema.fo

🧑‍💼Fyritøkur, feløg o.o., ið vilja síggjast á rullandi breddanum niðast á skíggjanum, kunnu skráseta seg á www.redcross.fo/fyritokur

Les meira um hvussu tú kanst hjálpa Reyða Krossi at hjálpa á www.redcross.fo/studla/landsinnsavningin
... Sí meiraMinni

21.10.2024
Landsinnsavningin beinleiðis á KVF 27. oktober ❤️🌏  Fylg við á KVF sunnukvøldið 27. oktober kl. 19:00, tá árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi verður send beinleiðis úr Fiskastykkinum í Sandavági.  Landsinnsavningin er ein møguleiki hjá okkum øllum – fólki og fyritøkum - at savna pening til at hjálpa, har neyðin er størst – bæði her heima og úti í heimi. Við at lata eina peningaupphædd kanst tú vera við til at gera veruligan mun 💪  Fyritøkur, feløg og kommunur kunnu fáa stuðulsupphæddina vísta á rullandi breddanum, sum verður at síggja niðast á skíggjanum undir allari sendingini. Fyri at tryggja sjónligheit frá byrjan av sendingini, skráset endiliga stuðulin longu nú á www.redcross.fo/fyritokur 🥰  Í sendingini vera rørandi samrøður og innsløg um hjálpararbeiðið, undirhald og tónleikaframførslur við eitt nú Vágaverk, Guðrið Hansdóttir, Jasmin og Beinir 🎤  Les meira um landsinnsavningina og hvussu tú kanst stuðla á 
https://redcross.fo/studla/landsinnsavningin/  Hjartans tøkk til øll, sum hjálpa Reyða Krossi at hjálpa ⛑🤝

Landsinnsavningin beinleiðis á KVF 27. oktober ❤️🌏

Fylg við á KVF sunnukvøldið 27. oktober kl. 19:00, tá árliga landsinnsavningin hjá Reyða Krossi verður send beinleiðis úr Fiskastykkinum í Sandavági.

Landsinnsavningin er ein møguleiki hjá okkum øllum – fólki og fyritøkum - at savna pening til at hjálpa, har neyðin er størst – bæði her heima og úti í heimi. Við at lata eina peningaupphædd kanst tú vera við til at gera veruligan mun 💪

Fyritøkur, feløg og kommunur kunnu fáa stuðulsupphæddina vísta á rullandi breddanum, sum verður at síggja niðast á skíggjanum undir allari sendingini. Fyri at tryggja sjónligheit frá byrjan av sendingini, skráset endiliga stuðulin longu nú á www.redcross.fo/fyritokur 🥰

Í sendingini vera rørandi samrøður og innsløg um hjálpararbeiðið, undirhald og tónleikaframførslur við eitt nú Vágaverk, Guðrið Hansdóttir, Jasmin og Beinir 🎤

Les meira um landsinnsavningina og hvussu tú kanst stuðla á
redcross.fo/studla/landsinnsavningin/

Hjartans tøkk til øll, sum hjálpa Reyða Krossi at hjálpa ⛑🤝
... Sí meiraMinni

16.10.2024
10. oktober er altjóða sálarheilsudagur 🌿❤️  Sálarheilsa er ein grundleggjandi partur av øllum arbeiðinum hjá Reyða Krossi, og altjóða sálarheilsudagurin í dag, minnir okkum á at raðfesta sálarligu heilsuna hjá okkum øllum ✨  💡 Latið okkum hugsa um, hvussu vit kunnu stuðla egnari sálarligari vælveru, umframt hvussu vit kunnu vísa umsorgan fyri hvørjum øðrum. Eitt lítið fet kann gera stóran mun ❤️

10. oktober er altjóða sálarheilsudagur 🌿❤️

Sálarheilsa er ein grundleggjandi partur av øllum arbeiðinum hjá Reyða Krossi, og altjóða sálarheilsudagurin í dag, minnir okkum á at raðfesta sálarligu heilsuna hjá okkum øllum ✨

💡 Latið okkum hugsa um, hvussu vit kunnu stuðla egnari sálarligari vælveru, umframt hvussu vit kunnu vísa umsorgan fyri hvørjum øðrum. Eitt lítið fet kann gera stóran mun ❤️
... Sí meiraMinni

10.10.2024

Brennur tú fyri at hjálpa øðrum og gera ein varandi mun? Kom við í Reyða Kross Vinir, og ver tann stuðulin, ið fleiri hava tørv á.

Gev psykososiala hjálp til fólk, ið hava brúk fyri tí.

Ver ein jalig tilvera og ger ein týðandi mun í lívinum hjá einum øðrum.

Tað krevur ongar royndir frammanundan – bara eitt gott hjarta og nakrar tímar av tíni tíð! Tú fært innleiðslu frá Reyða Krossi, leypandi uppfylging og møguleika at luttaka á skeiðum, umframt ein góðan felagsskap við øðrum.

Við at gerast sjálvboðin fært tú nýggjar førleikar og upplivingar. Tú fært skapt varandi vinarbond og sambond, og harumframt gert tú mun í tínum lokalsamfelag á ein týdningarmiklan hátt.

Melda teg til í dag við at vitja redcross.fo/rkvinir ella set teg í samband við okkum á rkvinir@redcross.fo fyri at vita meira.

Ver ein vinur.
Ver ein stuðul.
Ver ein Reyða Kross Vinur ❤

Filmað og klipt hevur Nataliia Vecherovska 👏
... Sí meiraMinni

09.10.2024
Hjartastart 2024 ❤️  Árligi hjartastart-dagurin er í oktober og skipar Reyði Krossur Føroya tiltak á Torginum í SMS leygardagin 19. oktober, kl. 12 til 16. 🤗  Tó at eingi føroysk hagtøl eru fyri, hvussu ofta hjartastartari er nýttur, og vit tess vegna heldur ikki vita, hvussu ofta lív eru bjargað, metir Reyði Krossur, at alneyðugt er at vísa á týdningin, at øll vita, hvar hjartastartari er, og eisini hvussu hesir verða nýttir.  Fyrsta og týdningarmesta hjálpin er, at vit øll duga at veita fyrstuhjálp. Vit eiga eisini at minnast at ringja 1-1-2 og at læra okkum at nýta hjartastartara. ☎️  Á Torginum í SMS verður høvið at royna Hjarta-Lungna-Bjarging og “venjara-hjartastartara”. Høvið verður samstundis at spyrja og práta við fakfólk um rætta nýtslu. 🚑  Kl. 12: Vælkomin
Kl. 13: Framløga
Kl. 14: Framløga
Kl. 15: Framløga
Kl. 16: Takk fyri í dag  Børnini sleppa sjálvsagt eisini at royna at trýsta á bringuna á HLB-dukkunum.  Til børnini verða eisini borð sett fram at tekna og hugna sær.  Hevur onkur tikið egna bamsu og/ella dukku við, kunnu vit eisini spæla at ”finna hjartað” og seta hjarta-klistrimerki á bamsu/dukku.❤️

Hjartastart 2024 ❤️

Árligi hjartastart-dagurin er í oktober og skipar Reyði Krossur Føroya tiltak á Torginum í SMS leygardagin 19. oktober, kl. 12 til 16. 🤗

Tó at eingi føroysk hagtøl eru fyri, hvussu ofta hjartastartari er nýttur, og vit tess vegna heldur ikki vita, hvussu ofta lív eru bjargað, metir Reyði Krossur, at alneyðugt er at vísa á týdningin, at øll vita, hvar hjartastartari er, og eisini hvussu hesir verða nýttir.

Fyrsta og týdningarmesta hjálpin er, at vit øll duga at veita fyrstuhjálp. Vit eiga eisini at minnast at ringja 1-1-2 og at læra okkum at nýta hjartastartara. ☎️

Á Torginum í SMS verður høvið at royna Hjarta-Lungna-Bjarging og “venjara-hjartastartara”. Høvið verður samstundis at spyrja og práta við fakfólk um rætta nýtslu. 🚑

Kl. 12: Vælkomin
Kl. 13: Framløga
Kl. 14: Framløga
Kl. 15: Framløga
Kl. 16: Takk fyri í dag

Børnini sleppa sjálvsagt eisini at royna at trýsta á bringuna á HLB-dukkunum.

Til børnini verða eisini borð sett fram at tekna og hugna sær.

Hevur onkur tikið egna bamsu og/ella dukku við, kunnu vit eisini spæla at ”finna hjartað” og seta hjarta-klistrimerki á bamsu/dukku.❤️
... Sí meiraMinni

08.10.2024
🚚 Hevur tú hug at hjálpa okkum at savna klæðir inn kring landið? ⛑  Tú verður partur av einum toymi av 4-6 sjálvbodnum, sum eina viku um mánaðin hevur ábyrgd av, at klædnabingjurnar hjá Reyða Krossi kring landið verða tømdar. Í alt eru 4 toymi. Arbeiðstíðirnar eru fyri tað mesta fyrrapartar týsdag til hósdag.  Tað einasta, ið krevst er:
✔️ Eitt vanligt koyrikort (vit hava bilin)
✔️ Eyka tíð 2-3 dagar um mánaðin
✔️ Nakað av styrki til at lyfta nógvar sekkir
✔️ Hug at gera mun og at vera partur av einum sjálvbodnum felagsskapi  Vit bjóða:
☕ Góðar løtur við øðrum sjálvbodnum, ið eisini ynskja at gera mun
⛑ Ókeypis fyrstuhjálparskeið 
🥰 Ein árligan jólahugna og eina árliga útferð fyri øll sjálvboðin í Reyða Krossi  Skriva til okkum á redcross@redcross.fo ella ring á tlf. 283630 og hoyr nærri.

🚚 Hevur tú hug at hjálpa okkum at savna klæðir inn kring landið? ⛑

Tú verður partur av einum toymi av 4-6 sjálvbodnum, sum eina viku um mánaðin hevur ábyrgd av, at klædnabingjurnar hjá Reyða Krossi kring landið verða tømdar. Í alt eru 4 toymi. Arbeiðstíðirnar eru fyri tað mesta fyrrapartar týsdag til hósdag.

Tað einasta, ið krevst er:
✔️ Eitt vanligt koyrikort (vit hava bilin)
✔️ Eyka tíð 2-3 dagar um mánaðin
✔️ Nakað av styrki til at lyfta nógvar sekkir
✔️ Hug at gera mun og at vera partur av einum sjálvbodnum felagsskapi

Vit bjóða:
☕ Góðar løtur við øðrum sjálvbodnum, ið eisini ynskja at gera mun
⛑ Ókeypis fyrstuhjálparskeið
🥰 Ein árligan jólahugna og eina árliga útferð fyri øll sjálvboðin í Reyða Krossi

Skriva til okkum á redcross@redcross.fo ella ring á tlf. 283630 og hoyr nærri.
... Sí meiraMinni

07.10.2024

2 CommentsComment on Facebook

ger joannes eidesgord einki .

Eitt sera gott átak , bestu eydnu . 🙏❤️

Stuðul til at betra um sálarheilsu og trivnað fyri palestinensisk flóttabørn í Libanon 📢🌍❤️  Libanon hevur í fleiri áratíggju verið merkt av politiskum ruðuleika, vápnaðum stríði og niðurundirkomnum búskaparligum og samfelagsligum strukturum. Seinastu árini er støðan versnað munandi, og sum vit hoyra um í miðlunum í dag, er støðan alt annað enn friðarlig. Ófriður og kreppa hava rakt landið hart, og túsundtals fólk eru noydd at flýggja.  Ruðuleikin rakar serliga hart útsettar borgarar, harímillum fleiri hundraðtúsund palestinensisk flóttafólk, sum liva undir sera truplum umstøðum í flóttafólkalegum kring Libanon. Flóttafólkini hava avmarkað atgongd til grundleggjandi sosialar tænastur, arbeiði, fastogn og borgaraskap, og hetta hevur ført til eina álvarsama sálarheilsukreppu, serliga millum børn og ung.  Reyði Krossur Føroya læt fyrr í ár 850.000 kr. til eina verkætlan, sum skal betra um sálarheilsuna hjá palestinensiskum flóttabørnum og teirra avvarðandi í Libanon.  ✨ Málini fyri verkætlanina eru:  1. Betra sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum (5-17 ár) við útbúgving av starvsfólki, stuðli til børn, sum hava upplivað vápnaðan ófrið, og undirvísing til avvarðandi um, hvussu tey kunnu hjálpa sínum børnum.  2. Betra umstøðurnar í felagshølum við umvælingum og nýggjari útgerð, so børnini hava tryggar karmar at fáa hjálp.  Stuðulin er latin í samstarvi við Føroya landsstýri 🤝

Stuðul til at betra um sálarheilsu og trivnað fyri palestinensisk flóttabørn í Libanon 📢🌍❤️

Libanon hevur í fleiri áratíggju verið merkt av politiskum ruðuleika, vápnaðum stríði og niðurundirkomnum búskaparligum og samfelagsligum strukturum. Seinastu árini er støðan versnað munandi, og sum vit hoyra um í miðlunum í dag, er støðan alt annað enn friðarlig. Ófriður og kreppa hava rakt landið hart, og túsundtals fólk eru noydd at flýggja.

Ruðuleikin rakar serliga hart útsettar borgarar, harímillum fleiri hundraðtúsund palestinensisk flóttafólk, sum liva undir sera truplum umstøðum í flóttafólkalegum kring Libanon. Flóttafólkini hava avmarkað atgongd til grundleggjandi sosialar tænastur, arbeiði, fastogn og borgaraskap, og hetta hevur ført til eina álvarsama sálarheilsukreppu, serliga millum børn og ung.

Reyði Krossur Føroya læt fyrr í ár 850.000 kr. til eina verkætlan, sum skal betra um sálarheilsuna hjá palestinensiskum flóttabørnum og teirra avvarðandi í Libanon.

✨ Málini fyri verkætlanina eru:

1. Betra sálarligu heilsuna hjá børnum og ungum (5-17 ár) við útbúgving av starvsfólki, stuðli til børn, sum hava upplivað vápnaðan ófrið, og undirvísing til avvarðandi um, hvussu tey kunnu hjálpa sínum børnum.

2. Betra umstøðurnar í felagshølum við umvælingum og nýggjari útgerð, so børnini hava tryggar karmar at fáa hjálp.

Stuðulin er latin í samstarvi við Føroya landsstýri 🤝
... Sí meiraMinni

30.09.2024
Í frálíkum tiltaki, at styrkja møguleikarnar at støðast og fáa arbeiðið, hava 12 ukrainar lokið prógv í sálarligari fyrstuhjálp og somuleiðis lokið víðkað fyrstuhjálparskeið. 
Samstarvið millum ymsar partar legði lunnar undir, at Reyði Krossur Føroya kundi bjóða skeið, har tulkur knýtti saman føroysku frálæruna og ukrainska málið.

Í frálíkum tiltaki, at styrkja møguleikarnar at støðast og fáa arbeiðið, hava 12 ukrainar lokið prógv í sálarligari fyrstuhjálp og somuleiðis lokið víðkað fyrstuhjálparskeið.

Samstarvið millum ymsar partar legði lunnar undir, at Reyði Krossur Føroya kundi bjóða skeið, har tulkur knýtti saman føroysku frálæruna og ukrainska málið.
... Sí meiraMinni

20.09.2024

1 CommentComment on Facebook

Ófør👏

“Vit eru ómetaliga fegin um og rørd av átakinum hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags at geva út Kríggið, sum broytti Rondo og lata allar inntøkur til Reyða Kross. Hvør einasta søla deilir ikki bert eina sterka søgu um dirvi, men stuðlar eisini arbeiðinum hjá Reyða Krossi við flóttafólki í Føroyum. Hjartans tøkk til øll, ið stuðla við at keypa eitt eintak av hesi vøkru bók,” sigur Sigrið Zachariasen, dagligur leiðari í Reyða Krossi 🥰🤝

“Vit eru ómetaliga fegin um og rørd av átakinum hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags at geva út Kríggið, sum broytti Rondo og lata allar inntøkur til Reyða Kross. Hvør einasta søla deilir ikki bert eina sterka søgu um dirvi, men stuðlar eisini arbeiðinum hjá Reyða Krossi við flóttafólki í Føroyum. Hjartans tøkk til øll, ið stuðla við at keypa eitt eintak av hesi vøkru bók,” sigur Sigrið Zachariasen, dagligur leiðari í Reyða Krossi 🥰🤝Kríggið, sum broytti Rondo ❤️‍🩹
Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út sermerkta ukrainska myndabók um kríggj. Øll søluinntøkan fer til Reyði Krossur Føroya og teirra arbeiði við ukrainskum flóttafólkum í Føroyum.

Kríggið, sum broytti Rondo sigur eitt sindur um pínuna, sum menniskju kunnu uppliva í kríggi og eftir eitt kríggj. Men kanska týdningarmest av øllum so miðlar bókin eina vón um tann friðin, sum fer at koma eftir eitt kríggj. Bókin hevur fingið stóra altjóða viðurkenning og verður roknað sum ein modernaður barnabókaklassikari. Hon er týdd til 23 mál.
Talan er um eina stuðulsútgávu burturav, har alt arbeiðið við bókini hevur verið ólønt. Týðarin hevur týtt bókina ókeypis, Bókadeildin ritstjórnaði bókina ókeypis, Føroyaprent gjørdi grafisku uppsetingina ókeypis, eins og Bókamiðsølan og bókahandlar selja bókina uttan vinning. Føroya Banki, Hiddenfjord og súkkluhandilin í Klaksvík hava stuðlað prentútreiðslunum av bókini.
Sigrið Zachariasen, dagligur leiðari í Reyða Krossi, sigur soleiðis um verkætlanini, “Vit eru ómetaliga fegin um og rørd av átakinum hjá Bókadeild Føroya Lærarafelags at geva út Kríggið, sum broytti Rondo og lata allar inntøkur til Reyða Kross. Hvør einasta søla deilir ikki bert eina sterka søgu um dirvi, men stuðlar eisini arbeiðinum hjá Reyða Krossi við flóttafólki í Føroyum. Hjartans tøkk til øll, ið stuðla við at keypa eitt eintak av hesi vøkru bók.”

Um bókina
Vinirnir Danko, Zirka og Fabian búgva í tí lítla, friðarliga býnum Rondo. Alt er gott til lagnutunga dagin, tá Kríggið kemur. Tey royna at tosa við Kríggið og stríðast ímóti tí, men einki sær út til at kunna steðga Krígnum at oyðileggja alt rundan um seg. Men tá øll í býnum arbeiða saman, hómast ein vón.
Ætlanin við bókini er at fagna friði, mótstøðu og hjálp. Roman Romanyshyn og Andriy Lesiv úr Ukraina hava gjørt bókina sum eina reaktión upp á kríggið í heimlandinum í 2014.
Sanna A. Dahl týddi úr norskum. Bókin er innbundin, 36 bls. og til børn frá uml. 5 ár.
Bókin kostar 100 kr, og øll søluinntøkan av bókasøluni fer til Reyða Kross Føroya og teirra arbeiði við ukrainskum flóttafólkum í Føroyum.

Rit & Rák, Gamli Bókahandil, Alfa Bókhandil, Bókabúðin
... Sí meiraMinni

18.09.2024
Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksvík 🥰  Í kvøld skipaði Reyði Krossur fyri einum almennum kunningartiltaki í Dávavirkinum, har vit høvdu eitt spennandi prát um møguleikarnar fyri at víðka um virksemið hjá Reyða Krossi í Norðoyggjum. Hetta var ein møguleiki at fáa eitt innlit í, hvussu vit í felag kunnu styrkja um tilboðini og gera enn størri mun í lokaløkinum.  Undirtøkan var góð, og tað er greitt, at áhugin fyri at menna Reyða Kross í Norðoyggjum er stórur.  Við góðum íblástri til framtíðar verkætlanir eru vit spent uppá, hvussu vit saman kunnu gera Reyða Kross til ein enn týðiligari part av samfelagnum her norðuri.  Takk til øll, sum tóku lut og stuðlaðu okkum á kvøldinum. Vit gleða okkum til at halda fram við arbeiðinum 😍

Takk fyri eitt hugnaligt kvøld í Klaksvík 🥰

Í kvøld skipaði Reyði Krossur fyri einum almennum kunningartiltaki í Dávavirkinum, har vit høvdu eitt spennandi prát um møguleikarnar fyri at víðka um virksemið hjá Reyða Krossi í Norðoyggjum. Hetta var ein møguleiki at fáa eitt innlit í, hvussu vit í felag kunnu styrkja um tilboðini og gera enn størri mun í lokaløkinum.

Undirtøkan var góð, og tað er greitt, at áhugin fyri at menna Reyða Kross í Norðoyggjum er stórur.

Við góðum íblástri til framtíðar verkætlanir eru vit spent uppá, hvussu vit saman kunnu gera Reyða Kross til ein enn týðiligari part av samfelagnum her norðuri.

Takk til øll, sum tóku lut og stuðlaðu okkum á kvøldinum. Vit gleða okkum til at halda fram við arbeiðinum 😍
... Sí meiraMinni

11.09.2024
Fríggjadagin í farnu viku var føðingardagur í Reyða Krossi, har vit hátíðarhildu, at 25 ár eru liðin síðan Samarittarnir vórðu stovnaðir 🎉  Tað var ein rørandi og hugnaligur føðingardagur, har vit hugdu aftur á 25 ár av trúfastari tænastu ⛑  Nógvir gestir komu á gátt, og vit takka hjartaliga fyri allar gávurnar og vøkru orðini ❤️  Les røðuna sum Rógvi Dam, virksemisleiðari hjá Samarittunum, helt, niðanfyri 👇  25 ár! Ja, hvar skulu vit byrja? Vit byrja frá byrjan. Ikki 25 ár síðan, men eg vil at vit fara ein túr á slagmarkina í Italia, saman við Henry Dunant í 1859, har hann sá særdar hermenn. Hví var eingin felagsskapur, ið kundi hjálpa teimum?  Í 1862 bleiv avtala gjørd um at heilsustarvsfólk/neyðhjálpar tænastur kundi bera reyða krossmerki sum tekin um, at tey bert vóru har til at hjálpa. 
Nú her heima aftur, ja 25 ár síðan.
Tað bleiv hildið eitt skeið, eitt víðka fyrstahjálpar skeið. Tey fingu sítt prógv og fóru glað heim. Hetta var ímeðan Súni Vinther var formaður hjá Reyða Krossi. Hann var eisini politistur, og bleiv spurdur um vit høvdu samarittar í Føroyum, tí ein heilt stórur fótbóltsdystur skuldi verða í næstum. Súni smekkaði til og segði ja. Hann skundaði sær at ringja til instruktørin á hesum fyrstahjálpar skeiðnum. Skjótt bleiv ein bólkur settur saman, og somuleiðis eitt samarittaskeið. Soleiðis byrjaðu samarittarnir at virka í Føroyum. At byrja við vóru ta nógvar fótbóltsvaktir, og tað var nýtt og ókent fyri fólkið at síggja reyðkløddu fólkini ganga runt vøllin. Sigast skal, at tað bleiv rópt baywatch eftir teimum.  Ja, nógv er hent síðan. Og vaktirnar eru nógv broyttar. Fótbóltsvaktirnar eru skiftar út við stórar konsertir og festivalar. Búnin og útgerðin er moderniserað. Vit hava góða radioútgerð og góð hølir. Men fari eg aftur í søguna hjá okkum, hevur fyrstahjálpin verið av góðari góðsku frá byrjan. Nógv undirvísing og nógvar venjingar, eins og í dag.  Vit hava í nógv ár sent samarittar til Danmarkar á vakt, millum annað speedway vaktir, Roskilde og ikki at gloyma Jelling Musikfestival. Hetta hava vit lært ótrúliga nógv av.  Vit fáa ikki løn, men vit fáa so ótrúliga nógv annað burturúr. Vit læra eina rúgvu, og uppliva ymiskt, ið sera fá gera. At kunna verða við í einum felagsskapi, ið veitur neyðuga og meiningsfulla hjálp, er sera stórt. Og standa vit sum samarittar ofta í støðum, har tað er sera umráðandi at neyðuga hjálpin verður givin her og nú. At kunna vera ein hjálp ella troyst í einari sárbarari ella vandamiklari støði, er sera gevandi.  Tá eg hugsi um søguna hjá samarittunum, kann eg ikki lata vera við at nevna tann fantastiska felagsskapin, ið er drívmegin í hesum arbeiði. Samarittarnir eru sum ein familja fyri mær segði ein samarittur fyri stuttum. Ja, vit hava tað gott og takk fyri tað.  Vit hava eisini haft sorgarløtur, tungar løtur, har vit hava mist onkran, ið var ein partur av okkum. Fyri bert einum ári síðan bleiv okkara liðlækni, Hans Jákup Simonsen, tikin frá okkum. Hann var ein, sum stóð fremstur, tá vit tosa um fyrstahjálp, og stóð á odda tá vit tosa um tilbúgving. Sera dámligur og fittur maður.  Eisini minnast vit okkara dugnaliga samaritt, Tummas Poulsen. Hann var nakað serligt, hann kendi hvønn einasta unga persón, og dugdi so ómetaliga væl við teimum. Ja, hann kundi snakka tey frísk bleiv sagt.  Ein, sum var ein sera stórur partur av samarittunum, var samaritturin Beinta Birgitta Hentza Jensen. Tað var ein sannur hvøkkur, tá hon bleiv skrødd burtur frá okkum. Hon var ein, ið dugdi sera væl at skapa ein góðan stemning í bólkinum. Tað var altíð stuttligt og deiligt, tá hon var á vakt. Og eg minnist við stórari gleði aftur á tíðina saman við henni. Tað var sera nógv tvætl og fjas, men totalt professionelt, tá tað var neyðugt. Hon segði nemliga, hvussu týdningarmikið tað var at hava tað stuttligt og eta góðan mat saman. Eisini segði hon áh eg elski at verða á vakt, tá Lizel ger mat. Lizel Panagga Olsen er heldur ikki millum okkum longur.  Eg vil takka tykkum fyri tykkara íkast, til samarittarnar, vit minnast við frægd og gleði aftur á tykkum.  Aftur á slagmarkina í 1800. Henry hevði eitt brennandi hjarta fyri at hjálpa øllum, ið høvdu brúk fyri hjálp. Hendan sama hugburð merki eg hjá samarittunum í dag. Vit hjálpa teimum, ið hava tørv á hjálp. Tað verður ikki gjørdur munur á, hvør tú ert, hvar tú ert frá, ella nakað annað, ið kann skilja okkum menniskju.  Eg eri sera stoltur av hesum samarittabólki, sum er virkandi í løtuni. Tit eru heilt fantastiskt. Og uttan tykkum høvdu vit als ikki verið har, sum vit eru í dag.  Men tá eg havi takka okkum, so má eg eisini takka teimum, sum hjálpa okkum á leiðini.  Ein stór tøkk skal ljóða til Betri, tykkara árliga stuðulsavtala hjálpir okkum ein stóran part av leiðini – til at dagføra okkara útgerð, undirvísing og annað.  Løgreglan er sera dugnalig at rósa okkum fyri okkara arbeiðið, og takk fyri tað. Men nú er tykkara túrur at fáa rós. Tit eru heilt fantastisk, og tað samstarv, vit hava, er nakað heilt serligt.  Sjúkraflutningstænastan hevur altíð verið klár at hjálpa okkum, bæði á ein og annan hátt. Og vit takka fyri nógvar av teimum góðu kaffimunnunum, ið kunnu vera læruríkir fyri okkum samarittar.  Teir sjálvbodnu felagsskapirnir eru eisini klárir at hjálpa okkum, her vil eg nevna bjargingarfeløgini, m.a. Havnar Bjargingarfelag og Nólsoyar Bjargingarfelag, eitt nú á Ovastevnu, og ein heilt serlig tøkk skal ljóða til tykkum á Norðoya Bjargingarfelag.  Takk til tykkum rekvirantarnar, sum bíleggja okkum á hvørjum ári.  Eg vil takka nevndini í Reyða Krossi fyri gott samstarv, og skrivstovuni fyri at hjálpa við øllum teimum leysu endunum.  Og til seinast, túsund takk til tykkum, sum eru komin at hátíðarhalda hendan dagin saman við okkum.  📸: Ólavur Fredriksen

Fríggjadagin í farnu viku var føðingardagur í Reyða Krossi, har vit hátíðarhildu, at 25 ár eru liðin síðan Samarittarnir vórðu stovnaðir 🎉

Tað var ein rørandi og hugnaligur føðingardagur, har vit hugdu aftur á 25 ár av trúfastari tænastu ⛑

Nógvir gestir komu á gátt, og vit takka hjartaliga fyri allar gávurnar og vøkru orðini ❤️

Les røðuna sum Rógvi Dam, virksemisleiðari hjá Samarittunum, helt, niðanfyri 👇

"25 ár! Ja, hvar skulu vit byrja? Vit byrja frá byrjan. Ikki 25 ár síðan, men eg vil at vit fara ein túr á slagmarkina í Italia, saman við Henry Dunant í 1859, har hann sá særdar hermenn. Hví var eingin felagsskapur, ið kundi hjálpa teimum?

Í 1862 bleiv avtala gjørd um at heilsustarvsfólk/neyðhjálpar tænastur kundi bera reyða krossmerki sum tekin um, at tey bert vóru har til at hjálpa.

Nú her heima aftur, ja 25 ár síðan.
Tað bleiv hildið eitt skeið, eitt víðka fyrstahjálpar skeið. Tey fingu sítt prógv og fóru glað heim. Hetta var ímeðan Súni Vinther var formaður hjá Reyða Krossi. Hann var eisini politistur, og bleiv spurdur um vit høvdu samarittar í Føroyum, tí ein heilt stórur fótbóltsdystur skuldi verða í næstum. Súni smekkaði til og segði ja. Hann skundaði sær at ringja til instruktørin á hesum fyrstahjálpar skeiðnum. Skjótt bleiv ein bólkur settur saman, og somuleiðis eitt samarittaskeið. Soleiðis byrjaðu samarittarnir at virka í Føroyum. At byrja við vóru ta nógvar fótbóltsvaktir, og tað var nýtt og ókent fyri fólkið at síggja reyðkløddu fólkini ganga runt vøllin. Sigast skal, at tað bleiv rópt "baywatch" eftir teimum.

Ja, nógv er hent síðan. Og vaktirnar eru nógv broyttar. Fótbóltsvaktirnar eru skiftar út við stórar konsertir og festivalar. Búnin og útgerðin er moderniserað. Vit hava góða radioútgerð og góð hølir. Men fari eg aftur í søguna hjá okkum, hevur fyrstahjálpin verið av góðari góðsku frá byrjan. Nógv undirvísing og nógvar venjingar, eins og í dag.

Vit hava í nógv ár sent samarittar til Danmarkar á vakt, millum annað speedway vaktir, Roskilde og ikki at gloyma Jelling Musikfestival. Hetta hava vit lært ótrúliga nógv av.

Vit fáa ikki løn, men vit fáa so ótrúliga nógv annað burturúr. Vit læra eina rúgvu, og uppliva ymiskt, ið sera fá gera. At kunna verða við í einum felagsskapi, ið veitur neyðuga og meiningsfulla hjálp, er sera stórt. Og standa vit sum samarittar ofta í støðum, har tað er sera umráðandi at neyðuga hjálpin verður givin her og nú. At kunna vera ein hjálp ella troyst í einari sárbarari ella vandamiklari støði, er sera gevandi.

Tá eg hugsi um søguna hjá samarittunum, kann eg ikki lata vera við at nevna tann fantastiska felagsskapin, ið er drívmegin í hesum arbeiði. "Samarittarnir eru sum ein familja fyri mær" segði ein samarittur fyri stuttum. Ja, vit hava tað gott og takk fyri tað.

Vit hava eisini haft sorgarløtur, tungar løtur, har vit hava mist onkran, ið var ein partur av okkum. Fyri bert einum ári síðan bleiv okkara liðlækni, Hans Jákup Simonsen, tikin frá okkum. Hann var ein, sum stóð fremstur, tá vit tosa um fyrstahjálp, og stóð á odda tá vit tosa um tilbúgving. Sera dámligur og fittur maður.

Eisini minnast vit okkara dugnaliga samaritt, Tummas Poulsen. Hann var nakað serligt, hann kendi hvønn einasta unga persón, og dugdi so ómetaliga væl við teimum. Ja, hann kundi snakka tey frísk bleiv sagt.

Ein, sum var ein sera stórur partur av samarittunum, var samaritturin Beinta Birgitta Hentza Jensen. Tað var ein sannur hvøkkur, tá hon bleiv skrødd burtur frá okkum. Hon var ein, ið dugdi sera væl at skapa ein góðan stemning í bólkinum. Tað var altíð stuttligt og deiligt, tá hon var á vakt. Og eg minnist við stórari gleði aftur á tíðina saman við henni. Tað var sera nógv tvætl og fjas, men totalt professionelt, tá tað var neyðugt. Hon segði nemliga, hvussu týdningarmikið tað var at hava tað stuttligt og eta góðan mat saman. Eisini segði hon "áh eg elski at verða á vakt, tá Lizel ger mat". Lizel Panagga Olsen er heldur ikki millum okkum longur.

Eg vil takka tykkum fyri tykkara íkast, til samarittarnar, vit minnast við frægd og gleði aftur á tykkum.

Aftur á slagmarkina í 1800. Henry hevði eitt brennandi hjarta fyri at hjálpa øllum, ið høvdu brúk fyri hjálp. Hendan sama hugburð merki eg hjá samarittunum í dag. Vit hjálpa teimum, ið hava tørv á hjálp. Tað verður ikki gjørdur munur á, hvør tú ert, hvar tú ert frá, ella nakað annað, ið kann skilja okkum menniskju.

Eg eri sera stoltur av hesum samarittabólki, sum er virkandi í løtuni. Tit eru heilt fantastiskt. Og uttan tykkum høvdu vit als ikki verið har, sum vit eru í dag.

Men tá eg havi takka okkum, so má eg eisini takka teimum, sum hjálpa okkum á leiðini.

Ein stór tøkk skal ljóða til Betri, tykkara árliga stuðulsavtala hjálpir okkum ein stóran part av leiðini – til at dagføra okkara útgerð, undirvísing og annað.

Løgreglan er sera dugnalig at rósa okkum fyri okkara arbeiðið, og takk fyri tað. Men nú er tykkara túrur at fáa rós. Tit eru heilt fantastisk, og tað samstarv, vit hava, er nakað heilt serligt.

Sjúkraflutningstænastan hevur altíð verið klár at hjálpa okkum, bæði á ein og annan hátt. Og vit takka fyri nógvar av teimum góðu kaffimunnunum, ið kunnu vera læruríkir fyri okkum samarittar.

Teir sjálvbodnu felagsskapirnir eru eisini klárir at hjálpa okkum, her vil eg nevna bjargingarfeløgini, m.a. Havnar Bjargingarfelag og Nólsoyar Bjargingarfelag, eitt nú á Ovastevnu, og ein heilt serlig tøkk skal ljóða til tykkum á Norðoya Bjargingarfelag.

Takk til tykkum rekvirantarnar, sum bíleggja okkum á hvørjum ári.

Eg vil takka nevndini í Reyða Krossi fyri gott samstarv, og skrivstovuni fyri at hjálpa við øllum teimum leysu endunum.

Og til seinast, túsund takk til tykkum, sum eru komin at hátíðarhalda hendan dagin saman við okkum. "

📸: Ólavur Fredriksen
... Sí meiraMinni

02.09.2024

1 CommentComment on Facebook

Tit gera eitt fantastiskt arbeiði, Samarittarnir hjá Reyða Krossi 👏❤️

Kom við á grundskeið í fyrstuhjálp í annaðkvøld. 
4 tímar, ið stuðla tær um næstin - ella tú - ert í vanda ⛑

Kom við á grundskeið í fyrstuhjálp í annaðkvøld.
4 tímar, ið stuðla tær um næstin - ella tú - ert í vanda ⛑
... Sí meiraMinni

05.08.2024
Reyði Krossur Føroya letur 500.000 kr. til bráðfeingishjálp í Sudan 🌎❤️  Sudan stendur í løtuni í einari svárari humaniterari kreppu orsakað av herviligum stríði millum herdeildir. Næstan 25 milliónir fólk hava brúk fyri hjálp, og milliónir eru flýggjað úr heimi sínum. Matvørutrygdin er so lá sum ongantíð áður, og serliga nú í turru tíðini frá mai til september.  Reyði Krossur Føroya hevur játtað 500.000 kr. til Sudanesiska Reyða Hálvmána, sum hjálpir teimum, ið hava mest brúk fyri tí. Við hesum stuðli kunnu vit tryggja, at fleiri hundrað húsarhald í Dordieb fáa peningaligan stuðul til mat, heilivág og aðrar neyðsynjar í hesari torføru tíð. Eisini verður psykososial hjálp veitt børnum í flóttafólkalegum.  Mynd: Anette Selmer-Andresen, IFRC

Reyði Krossur Føroya letur 500.000 kr. til bráðfeingishjálp í Sudan 🌎❤️

Sudan stendur í løtuni í einari svárari humaniterari kreppu orsakað av herviligum stríði millum herdeildir. Næstan 25 milliónir fólk hava brúk fyri hjálp, og milliónir eru flýggjað úr heimi sínum. Matvørutrygdin er so lá sum ongantíð áður, og serliga nú í turru tíðini frá mai til september.

Reyði Krossur Føroya hevur játtað 500.000 kr. til Sudanesiska Reyða Hálvmána, sum hjálpir teimum, ið hava mest brúk fyri tí. Við hesum stuðli kunnu vit tryggja, at fleiri hundrað húsarhald í Dordieb fáa peningaligan stuðul til mat, heilivág og aðrar neyðsynjar í hesari torføru tíð. Eisini verður psykososial hjálp veitt børnum í flóttafólkalegum.

Mynd: Anette Selmer-Andresen, IFRC
... Sí meiraMinni

30.07.2024
🎉 Summarlega á Svangaskarði 🎉  Sum nakað nýtt skipaði Reyði Krossur 14-19. juli fyri summarlegu fyri børnum í aldrinum 9-12 ár.  Vit høvdu eina fantastiska legu 🤩 Børnini spældu, lærdu, og skaptu minnir saman. 🌞  Vit byrjaðu við bommgering og hoppiborgum, vit høvdu vitjan av løgreglu, sjúkrabili og brandbili, vit fóru í biograf, vit svumu, høvdu postarenning, spældu fótbólt við FSF, sluppu kreativitetinum leysum og endaðu við einari stórari veitslu⚽️🍿🚒🥳  Stóra takk til stuðlarnar og samstarvspartarnar, Almanna- og Mentamálaráðið, Nes kommunu, Christian í Grótinum, MBM, PM og øðrum, fyri at gera tað møguligt at skipa fyri leguni.  Og ein serlig tøkk til øll børnini og tey sjálvbodnu fyri eina sera væl eydnaða legu og fyri minnir fyri lívið 🙌💚  Les meir um leguna á https://redcross.fo/summarlegan/

🎉 Summarlega á Svangaskarði 🎉

Sum nakað nýtt skipaði Reyði Krossur 14-19. juli fyri summarlegu fyri børnum í aldrinum 9-12 ár.

Vit høvdu eina fantastiska legu 🤩 Børnini spældu, lærdu, og skaptu minnir saman. 🌞

Vit byrjaðu við bommgering og hoppiborgum, vit høvdu vitjan av løgreglu, sjúkrabili og brandbili, vit fóru í biograf, vit svumu, høvdu postarenning, spældu fótbólt við FSF, sluppu kreativitetinum leysum og endaðu við einari stórari veitslu⚽️🍿🚒🥳

Stóra takk til stuðlarnar og samstarvspartarnar, Almanna- og Mentamálaráðið, Nes kommunu, Christian í Grótinum, MBM, PM og øðrum, fyri at gera tað møguligt at skipa fyri leguni.

Og ein serlig tøkk til øll børnini og tey sjálvbodnu fyri eina sera væl eydnaða legu og fyri minnir fyri lívið 🙌💚

Les meir um leguna á redcross.fo/summarlegan/
... Sí meiraMinni

26.07.2024

1 CommentComment on Facebook

🥰

Herfyri var hugnaligur drekkamuður í Klaksvík í samband við at Gerda Absalonsen takkar fyri seg sum virksemisleiðari fyri Reyða Kross Vitjanartænastuna í Norðoyggjum.  Gerda og Maria Olsen hava seinastu mongu árini staðið á odda, og hava gjøgnum árini skipa fyri nógvum vitjanum. Vit takka Gerdu fyri sítt arbeiði, og ynskja henni alt tað besta.  Somuleiðis fegnast vit um at Kristina Lützen tekur við í leiðaratoyminum, og at hon saman við Mariu framhaldandi kann veita fólki vitjanarvin á gátt, umframt framhaldandi at skapa góðan trivnað millum vitjanarvinir. Vit ynskja leiðaratoyminum, Kristinu og Mariu, blíðan byr.

Herfyri var hugnaligur drekkamuður í Klaksvík í samband við at Gerda Absalonsen takkar fyri seg sum virksemisleiðari fyri Reyða Kross Vitjanartænastuna í Norðoyggjum.

Gerda og Maria Olsen hava seinastu mongu árini staðið á odda, og hava gjøgnum árini skipa fyri nógvum vitjanum. Vit takka Gerdu fyri sítt arbeiði, og ynskja henni alt tað besta.

Somuleiðis fegnast vit um at Kristina Lützen tekur við í leiðaratoyminum, og at hon saman við Mariu framhaldandi kann veita fólki vitjanarvin á gátt, umframt framhaldandi at skapa góðan trivnað millum vitjanarvinir. Vit ynskja leiðaratoyminum, Kristinu og Mariu, blíðan byr.
... Sí meiraMinni

17.07.2024

1 CommentComment on Facebook

Takk fyri hugnaligu løtuna 😊 Takki Gerdu fyri so gott samstarv og takki Kristinu fyri , at hon tekur við eftir Gerdu.

Load more
Privacy Preferences
When you visit our website, it may store information through your browser from specific services, usually in form of cookies. Here you can change your privacy preferences. Please note that blocking some types of cookies may impact your experience on our website and the services we offer.