Við tí endamáli at hjálpa, har neyðin er størst, hevur Reyði Krossur skyldu til at hjálpa, tá flóttafólk koma til Føroya. Reyði Krossur bjóðar áhugaðum at gerast sjálvboðin innan tilbúgvingina Flóttahjálpin, sum fyri fyrstu ferð varð sett í verk í februar 2022.
Flóttahjálpin er sostatt eitt netverk av sjálvbodnum og øðrum áhugaðum, hvørs endamál er at veita stuðul, hjálp og vegleiðing til flóttafólk í Føroyum.
Flóttahjálpin kann veita tænastur, so sum:
- Flutning og stuðul í samband við komu í Føroyum
- Sosialt netverk og stuðul ígjøgnum Reyða Kross Vinir
- Hjálp til ymisk praktisk viðurskifti, eitt nú at flyta úr Flóttamóttøkuhúsinum
- Hjálp at finna burturmista familju gjøgnum Restoring Family Links
Øll, ið vilja gerast flóttahjálparar, kunnu tekna seg her.
Á leinkjuni omanfyri er kunning til ukrainar á enskum.
Á hesi síðuni hjá Útlendingastovuni er kunning á ukrainskum um at búgva og virka í Føroyum.
Flóttamóttøkuhúsið
Reyði Krossur stendur fyri at reka Flóttamóttøuhúsið, har flóttafólk kunnu búgva fyrstu tíðina, tey eru í Føroyum, ímeðan tey bíða eftir at umsóknin um uppihaldsloyvi er viðgjørd.
Í móttøkuhúsinum fáa flóttafólk vegleiðing og stuðul, millum annað fáa tey tilboð um heilsukanning, tey fáa pening til uppihald/mat, ein reinførispakka (við sápu, tannkremi o.s.v), ein dýnupakka (við dýnu, handklæði o.s.v), eitt gávukort til endurnýtsluhandlarnar hjá Reyða Krossi, tey fáa hjálp til at søkja um uppihaldsloyvi, bankakontu, p-tal, Samleikan, umframt ráðgeving og annað, sum tey hava tørv á.
Samband við Flóttamóttøkuhúsið
Telefon: +298 282652
Teldupost: mottokuhus@redcross.fo