Summarlegan
Býr ein sjálvboðin leiðari í tær?
Gerst Reyða Kross Vinur
Gerst Reyða Kross Vinur
Red cross 1818
Red cross 1818
Slide
previous arrow
next arrow
Used for the like, share, comment, and reaction icons

Bara ein triðingur av sjúkrahúsunum í Gaza eru enn í brúk og bráfeingis tørvur er á læknafrøðiligari hjálp, viðgerð og útgerð.

Tí hava fleiri Reyða Kross feløg sligið seg saman og latið upp eitt bráfeingissjúkrahús í Rafah, sum skal hjálpa sjúkum, særdum og kvinnum við barn. 60 seingjarpláss eru, og uml. 200 fólk kunnu dagliga fáa hjálp. Sjúkrahúsið er eitt stórt átak millum altjóða Reyða Kross ráðið (ICRC) og 12 Reyða Kross landsfeløg, har ímillum danska og palestinensiska Reyði Kross 🤝

Bráðfeingissjúkrahúsið er týdningarmikið, tí tørvurin á hjálp er ómetaliga stórur. Sjálvt um tað ikki loysir ovurstóru humaniteru vanlukkuna, ið vit í løtuni eru vitni til, ger tað mun, og er við til at bjarga lívum.
Bráðfeingissjúkrahúsið lat upp í síðstu viku, og hesa fyrstu vikuna eru longu 8 børn fødd, 8 skurðviðgerðir framdar, fleiri enn 20 hava verið innløgd og 880 viðtalur hava verið á staðnum. Starvsfólkini á sjúkrahúsinum og í restini av Gaza stríðast alt døgnið fyri at bjarga lívum ⛑

Reyði Krossur kallar framhaldandi á allar partar um at loyva humaniteru hjálpini framat, og at finna ein varandi politiska loysn fyri fólkið í Gaza, fyri gíslarnar og fyri øll, ið eru ávirkað av stríðnum.

📷 ICRC
... Sí meira ..Sí minni ..

17-05-2024, 12:22

📷 ICRCImage attachment

Í dag fer Hanna Olsen til Bangladesj 🇧🇩✈️

Hanna umboðar Reyða Kross Føroya og saman við 10 øðrum sjálvbodnum úr Danska Reyða Krossi, fara tey at vitja Reyða Kross verkætlanir, sum Føroyar og Danmark hava stuðlað.

Á túrinum vitja tey m.a. heimsins størstu flóttafólkalegu og øki, ið eru hart rakt av veðurlagsbroytingum.

Hanna sigur: "eg gleði meg at síggja verkætlanirnar, ið Føroyar eru við til at stuðla, og fáa eina betri fatan av, hvønn mun tað ger."

Og leggur afturat: "eg sendi tykkum postkort frá túrinum so leypandi" - so fylg við her! 😃
... Sí meira ..Sí minni ..

16-05-2024, 8:52
Í dag fer Hanna Olsen til Bangladesj 🇧🇩✈️

Hanna umboðar Reyða Kross Føroya og saman við 10 øðrum sjálvbodnum úr Danska Reyða Krossi, fara tey at vitja Reyða Kross verkætlanir, sum Føroyar og Danmark hava stuðlað.

Á túrinum vitja tey m.a. heimsins størstu flóttafólkalegu og øki, ið eru hart rakt av veðurlagsbroytingum.

Hanna sigur: eg gleði meg at síggja verkætlanirnar, ið Føroyar eru við til at stuðla, og fáa eina betri fatan av, hvønn mun tað ger.

Og leggur afturat: eg sendi tykkum postkort frá túrinum so leypandi - so fylg við her! 😃Image attachment

Sjálvboðin í Reyða Krossi vóru í gjár útferð á Eiði í fagrasta veðri 🌞

Árliga útferðin er ein viðurkenning av kjarnini í Reyða Krossi - teimum 400 sjálvbodnu, ið áhaldandi gera eitt megnar ólønt arbeiði til gagns fyri føroyska samfelagið og neyðstødd úti í heimi. Arbeiðið er mangan drúgt og avbjóðandi, men uttan tey, kann Reyði Krossur als ikki virka ⛑

Túsund takk til øll tykkum, ið stuðlaðu útferðini og vóru við til at gera túrin so ómetaliga góðan 🥰 Giljanes bussar fyri at farta okkum til Eiðis og aftur til Havnar, Jan Thomsen fyri at greiða frá runt vatnið, Hotel Hafnia fyri góðan matpakka,
Fróða Bjarnason Joensen fyri vakrar tónar í kirkjuni. Damfar fyri ein søtan bita aftur við kaffinum, Dansifelagið á Latrinum og ikki minst Eiðis kommuna fyri innivist og gott samstarv.

Takk fyri ein ómetaligan góðan og minnisverdan túr ⛑🤝
... Sí meira ..Sí minni ..

10-05-2024, 10:54

Takk fyri ein ómetaligan góðan og minnisverdan túr ⛑🤝Image attachmentImage attachment+2Image attachment

Í dag er altjóða Reyða Kross dagur 🌍 ⛑️

Dagurin, 8. mai, er til heiðurs fyri Henry Dunant, grundleggjaranum av Reyða Krossi, ið varð føddur á hesum degi. Tí hátíðarhalda vit í dag heimsumfevnandi Reyða Kross- og Reyða Hálvmána rørsluna og nýta høvið at takka sjálvbodnum, ið hvønn dag arbeiða ótroyttiliga fyri at betra um korini hjá neyðstøddum, bæði lokalt og globalt. Hóast tað mangan er avbjóðandi, so arbeiða sjálvboðin ótroyttiliga fyri at varðveita virðingina fyri menniskjanum og minka um menniskjaliga líðing - sjálvt í heimsins myrkastu hornum ❤️
... Sí meira ..Sí minni ..

08-05-2024, 9:47
Meira ...

Sí fleiri tíðindi

Endurnýtsla
Reyði Krossur hevur fýra endurnýtsluhandlar. Eina bókasølu og tveir klædnahandlar í Tórshavn, og ein klædnahandil í Vági.

Sí meira

Samarittar
Samarittarnir eru til staðar á festivalum, stevnum, ítróttartiltøkum og ymiskum øðrum tiltøkum kring landi.

Sí meira

Fyrstahjálp
Fyrstahjálp er hent at duga og kann bjarga lívum! Vilt tú læra at geva fyrstuhjálp? Ynskir tú, at tíni starvsfólk duga fyrstuhjálp?

Sí meira

Vitjanartænasta
Vitjanartænastan virkar fyri at basa einsemi í Føroyum. Øll fáa gleði av góðari samveru - bæði tann, ið vitjar og tann, ið fær vitjan.

Sí meira

Mat- og Klædnahjálp
Mat- og Klædnahjálpin letur mat og klæðir til einstaklingar og familjur, ið ikki eru so væl fyri fíggjarliga.

Sí meira

Stuðla
Stuðla hjálpararbeiðinum við at gera eina peninga flyting á okkara konto í føroysku peningastovninum.

Sí meira

Reyði Krossur Føroya

Við sjálvbodnari orku tálmar og bøtur Reyði Krossur Føroya um menniskjaliga neyð, líðing og mismun. Reyði Krossur er heimsins størsti hjálparfelagsskapur. Vit hjálpa í gerandisdegnum og tá stór vanlukka er. Frá fyrstahjálparkassanum í bilinum til kríggj hinumegin jørðina. Vit leggja dent á alheims hjálpararbeiði okkara og sosialu íløgu okkara í Føroyum. Vit eyðmerkja tey, ið eru mest viðkvom og tryggja at virki okkara er miðvíst teimum.

Yvirlit yvir bingjur, handlar og sølur hjá Reyða Krossi Føroya

Filter by